Fótbóltslagið er ógvuliga gott í NSÍ. Ólavsøkudag tapti NSÍ 3-2 í Gundadali ímóti HB. Síðani hevur tað gingið sum eftir ánni. Heðin Askham og hansara menn hava vunnið seks ferðir, og eina ferð er tað endað við javnleiki. Mánakvøldið tryggjaði U-18 liðið sær FM heitið, og tað ber boð um, at framtíðin sær bjørt út.
Góða gongdin í bestu deildini ber við sær, at NSÍ er á bronsuplássi. Tað er upp til teir í Runavík sjálvar at gera av, um endastøðan skal bera heiðursmerki við sær, og tað kann væl verða, at møguleiki verður at vinna silvurkrónurnar. Tað valdast eitt nú, hvussu tað gongst hjá ÍF ímóti HB. Í tveimum teimum seinastu umførunum skal NSÍ spæla í Fuglafirði og á heimavølli ímóti HB. Áðrenn tvey tey fremstu eru á skránni, skal NSÍ vitja 07Vestur, sum longu er flutt niður. Tá ið liðini hittust á Dungasandi í fjórða umfari, var úrslitið 1-1. Hjá NSÍ eru Árni Frederiksberg og Karl Løkin tøkir aftur, eftir at teir vóru leikbannaðir í stórsigrinum á heimavølli ímóti B36. Jann Martin Mortensen fór skaddur av vøllinum, tá ið hann hevði staðfest 4-0 sigurin. Tað verður roknað við, at hann verður førur fyri at spæla í dag.
Í Vágum harmast teir um, at tað ikki vignaðist betri í ár, og har eru teir farnir at brynja seg til nýggju tíðirnar, nú lokali samleikin skal styrkjast. 16 ára gomlu Høgni E. Nielsen og Hanus Nielsen og 18 ára gomlu Jákup S. Olsen og Hørður H. Johansen hava roynt seg síðstu umførini, og teir aðrir 16 ára gamlir Beinir Guttesen og Jóannis á Steig hava verið á beinkinum.
Síðani summarsteðgin hevur 07Vestur vunnið tvær ferðir á heimavølli – 2-1 ímóti KÍ og TB.
07Vestur-NSÍ: Rúni Gaardbo kl. 15.00.