NSÍ vann í kvøld trivaligan 3-0 sigur á útivølli ímóti ÍF. Harvið hava teir í Runavík styrkt um sína støðu í toppinum. Nú eru tað seks stig aftur til B36, sum seinnapartin í morgin skal spæla á útivølli ímóti FC Suðuroy.
ÍF var væl við í 1. hálvleiki, tá ið tað endaði málleyst. Eftir steðgin var einki at rafla um. Toppliðið var greitt omaná, og tað kendist bara vera spurningur um tíð, áðrenn teir løgdu seg framum ímóti ÍF, sum hevði lítið at bjóða uppá.
Seinna partin av 2. hálvleiki skoraði NSÍ trý mál. Pól Jóhannus Justinussen, sum var eyðsýndur í framrættaðum leikluti, skoraði tvey tey fyrstu við høvdinum eftir horna. Klæmint A. Olsen staðfesti í tíðini, sum dómarin legði aftrat, rimmar sigurin. Hetta var trettanda málið hjá toppskjúttanum í ár.
Serliga í 2. hálvleiki sást, hví NSÍ er topplið og ÍF undir miðstrikuni. Andras Gango helt annað vikuskifti á rað tætt. Per Langgaard og Monrad Holm Jakobsen vóru brandar í miðverjuni, og Jóhan Jacobsen og Einar Tróndargjógv vardu væl samstundis sum teir dúgliga tóku lut í uppspælinum.
Eftir trilvandi byrjan stóð sentrali verjukendi miðvøllurin seg væl, og í 2. hálvleiki eydnaðist tað væl í álopspartinum.
Fuglfirðingar eru rímuligt vónbrotnir. Í 2. hálvleiki var hugburðurin ikki góður, og yvirhøvur hekk tað tá illa saman.
NSÍ venjarin var ovurfegin um avrikið og úrslitið:
-Vit arbeiða støðugt og nógv, og eingin kann taka tey 24 stigini frá okkum, sum vit higartil hava vunnið. Í 1. hálvleiki høvdu vit ávísar trupulleikar, men tað rættaðu vit, og avrikið var sannførandi í 2. hálvleik. Vit eiga nógvar góðar spælarar, sum vilja sleppa upp í part, so tað var eingin trupulleiki. Nú spenna vit frá í kvøld, og í morgin fara vit at venja klokkan 9. Tá fara vit at fokusera á heimadystin ímóti B36, sum verður á skránni um eina viku, var viðmerkingin hjá Trygva Mortensen.
ÍF-NSÍ 0-3 (0-0)
0-1: Pól Jóhannus Justinussen 72.
0-2: Pól Jóhannus Justinussen 79.
0-3: Klæmint A. Olsen 95.
Dómari: Rúni Gaardbo
ÍF: Predrag Markovic – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Poul Nolsøe Mikkelsen, Jan Ó. Ellingsgaard (Fritleif í Lambanum, 62.) – Ari Ó. Ellingsgaard (Kristoffur Jakobsen, 67.), Frank Poulsen, Sjúrður Jacobsen (Andrias Poulsen, 81.), Nenad Saric – Adeshina Lawal, Clayton Soares
Gult kort: Bartal Eliasen, Frank Poulsen
NSÍ: Andras Gango – Jóhan Jacobsen, Per Langgaard, Monrad Holm Jakobsen, Einar Tróndargjógv – Magnus H. Olsen, Haraldur R. Højgaard (Andras Frederiksberg, 27.) – Árni Frederiksberg (Jákup Andrias Gaardbo, 87.), Jann Martin Mortensen (Meinhard E. Olsen, 77.), Pól Jóhannus Justinussen – Klæmint A. Olsen
Gult kort: Haraldur R. Højgaard, Pól Jóhannus Justinussen, Jann Martin Mortensen









