NSÍ fær spælara úr Ukraina

NSÍ boðar í dag frá, at felagið hevur fingið tilgongd úr Ukraina

NSÍ boðar í dag frá, at felagið hevur fingið tilgongd úr Ukraina. Talan er um 21 ára gamla Egor Koritsky Sergeevich. Eftir summarsteðgin tekur Sámal Erik Hentze yvir sum venjari.

 

- Egor Koritsky Sergeevich er nýggjur í NSÍ. Egor er komin til felagið, og hevur skriva undir sáttmála, sum er galdandi til og við 2023. Egor er úr Ukraina, og er 21 ára gamal, hann hevur spælt í næstbestu deildini í Ukraina. Egon kann røkka fleiri pláss á liðnum, skrivar NSÍ.

 

NSÍ hevði eina stóra frágongd undan kappingarárinum, har einasta tilgongdin var danski Kristian Andersen. Hann er farin av landinum aftur. Í summar hevur NSÍ fingið nýggjan venjara, seks av ungu spælarunum hava longt sáttmálan og tilgongdin telur Jørgen Nielsen og nú Egor Koritsky Sergeevich.

 

1 1514104343943
2 Víkingur15121246133337
3 HB1584328181028
4 B361571726141222
5 EB/S156272130-920
6 AB155192343-2016
7 07 Vestur154381936-1715
8 NSÍ1550102139-1815
9 B681532101333-2011
10 SKÁLA151591727-108