Higartil hevur talan verið um prát og viðgerð á skrivaraborðinum. Í kvøld verður tað á vøllinum í Klaksvík, at tað verður avgjørt, um tað verður KÍ ella NSÍ, sum í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið fer at spæla ímóti 07 Vestur. Í gjárkvøldið lagaði lutakastið seg soleiðis, at vinnarin í kvøld sunnudagin 30. mai fer at eiga heimavøll ímóti vágamonnum.
Sunnudagin avgjørdi Petur Reinert, at tað var ikki ráðiligt at spæla, tí annar av stólpunum í vestara málinum ikki var, sum hann átti at vera.
Nú er nýtt mál komið úr Danmark og til Klaksvíkar, og harvið er klárt at spæla. Í dag hava tað verið frekir ælingar, men forsøgnin sigur, at tað í kvøld verður turt í Klaksvík, og sólin fer at kaga undan. Tað kann væl vera, at líkindini í kvøld verða so góð, sum tey vóru sunnudagin, tá ið dysturin varð útsettur. Ættin verður útnyrðingur, tað verður kalt, 3 – 4 stig, og vindurin verður einar sjey metrar um sekundið.
Í øðrum umfari hittust KÍ og NSÍ í landskappingardysti í Klaksvík. Ta ferðina endaði tað við 2-0 heimasigri. Allir KÍ spælararnir, sum vóru á listanum sunnudagin 14. mars, eru tøkir. Aftrat teimum er komin Ivar Rønning, sum var á vøllinum alla tíðina, tá ið KÍ vann 3-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi, og sum miðskeiðis í seinna hálvleiki í 2-1 sigrinum í Gøtu síðsta mikukvøld avloysti Bob Sumareh.
NSÍ útgávan, tá ið Petur Knudsen er á liðnum, og tá ið hann ikki er á liðnum, er heilt hvør sín. Í 2-0 tapinum í Klaksvík var hann leikbannaður. Í kvøld verður hann í fremstu røð saman við Klæminti A. Olsen. Í 2-0 tapinum í Klaksvík hevði Rógvi Egilstoft ikki vant so leingi. Tá varð hann skiftur inn miðskeiðis í seinna hálvleiki. Nú er hann væl fyri, og tað er markantur styrkur at hava hann á vongverjanum í vinstru.
Í 2-0 tapinum í Klaksvík vóru teir báðir donskum spælararnir – Mikkel Jakobsen og Jacob Trenskow – á vøllinum alla tíðina. Síðani tá hevur NSÍ vunnið allar tríggjar landskappingardystirnar við málmuninum 10 – 2. Ein av orsøkunum til góðu gongdina er, at teir báðir – Mikkel og Jacob – hava vunnið týdningarmiklar leiklutir í framrættaða spælinum saman við Klæminti A. Olsen og Peturi Knudsen.
Einasti NSÍ spælarin, sum ikki er tøkur, er Mórits Heini Mortensen, sum er leikbannaður eftir reyða kortið í 4-2 heimasigrinum ímóti B36 síðsta mikukvøld.
Sunnudagin var tað Petur Reinert, sum gjørdi av, at tað ikki bar til at spæla. Nú er ikki bara málið men eisini dómarin skiftur út. Tað liggur ikki fyri hjá Peturi Reinert at døma í kvøld. FSF hevur gjørt av, at altjóða dómarin Alex Troleis skal vera 23. maður á vøllinum.