NSÍ er væl ávegis einum steypasigri í stevnu- og Formuladystinum móti B36 við Løkin í kvøld.
Tíðliga í dystinum legði Bogi Løkin NSÍ framum, og stóran part av fyrra umfarinum hevur B36 trýst fyri at javna hesa leiðsluna.
Beint undan steðginum fekk B36 tó ein beint frammaná. Hornaspark spurdist burtur úr kontra-álopi hjá NSÍ, og tá hetta varð sent innfyri, stóð Johan Troest Davidsen púrasta leysur við handara stólpa, so hann kundi tvífalda leiðsluna.
B36 fekk ikki somikið sum givið bóltin upp, áðrenn teir fóru inn í skiftirúmið, so einki er at siga til, at munur er á stevnulagnum, nú liðini bæði gera seg til reiðar at fara aftur á vøllin.