Nú er greitt, hvørji lið verða í bollanum, tá lutakast verður til hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum. Drigið verður í 3-2 komandi mánadag.
Mikukvøldið vórðu fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum á skránni, og har háttaði tað seg soleiðis, at NSÍ, ÍVB, B36 og KÍ megnaðu at spæla seg víðari í kappingini.
Í FSF Varpinum ber til at síggja 18 av teimum 20 málunum, sum vórðu skoraði í teimum fýra fjórðingsfinalunum.
Hvussu spælt verður í hálvfinalunum, verður avgjørt við lutakasti í 3-2 komandi mánadag. Hálvfinalurnar verða spældar leygardagin 14. november. Finalan verður eina viku seinni, leygardagin 21. november.
Sambært bolt.fo hevur EB/Streymur/Skála kært dystin móti NSÍ, tí tað bleiv spælt tvær ferðir tíggju minuttir í longdari leiktíð. Her eru fordømi um, at tað hevur verið spælt tvær ferðir 15 minuttir.
Úrslitini gjørdust hesi:
EBS/Skála – NSÍ 1-2 (eftir longda leiktíð)
HB – ÍVB 0-1
AB/B71 – KÍ 2-5
07 Vestur – B36 1-8
##med2##