Síðstu vikurnar hevur tað ikki hilnast so væl hjá næstbesta NSÍ liðnum, sum tað gjørdi fyrsta partin av kappingini.
Tíðliga seinnapartin hevði NSÍ í góðveðrinum við Løkin vitjan av B71. Sandoyingar fóru suður aftur við 5-2 tapi. Hálvleiksstøðan var 2-1.
Sandoyingar løgdu bragdliga fyri, tí longu í fjórða minutti legði Bjørgfinnur Winther B71 framum. Leiðslan helt inntil í 22. minutti, tá ið Steffan Løkin javnaði til 1-1. Tíggju minuttir undan steðginum legði Pætur Turiðarson Skipanes heimaliðið framum 2-1.
Tveir minuttir eftir steðgin javnaði Tijani Mohammed til 2-2.
So svaraðu NSÍ og Jann Martin Mortensen aftur. Miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði Jann Martin Mortensen tvey mál, og tá ið tað restaði eitt korter, var tað Pætur Turiðarson Skipanes, sum staðfesti 5-2 sigurin.
Úrslitið ber við sær, at NSÍ hevur 32 stig, og at B71 hevur 21 stig.