NSÍ vann á HB

Jóhan Troest Davidsen er sigursharrin í Runavík í kvøld. Hann skoraði sigursmálið, tá Hjalgrím Eltør sendi hornaspark úr vinstru innfyri. Hetta endaði heilt í hinum borðinum, áðrenn bólturin varð sendur inn aftur, har miðverjin úr stuttari fjarstøðu stútaði í netið.

 

HB trýsti øgiligt móti endanum, men veruleikin var tann, at NSÍ átti teir vandameiru kjansirnar og hevði fleiri møguleikar at økja, enn HB at javna.

 

Sostatt er NSÍ einans fimm stig handan EB/Streym. Teir hava samstundis yvirhálað HB, sum nú er tvey stig aftanfyri runavíkingar.

 

Liðini, ið byrjaðu dystin, sóu annars soleiðis út:

 

NSÍ: Tórður Thomsen ? Jóans Þór Næs, Óli Hansen, Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen ? Bogi Løkin, Nenad Stankovic, Milan Pejcic, Hjalgrím Eltør ? Øssur Dalbúð, Karoly Potemkin.

 

HB: Marcin Dawid ? Mortan úr Hørg, Fróði Benjaminsen, Vagnur Mohr Mortensen, Poul Thomas Dam ? Milan Kuljic, Ólavur í Ólavsstovu, Rógvi Poulsen ? Jákup á Borg, Andrew av Fløtum, Christian Høgni Jacobsen.