Einki var at rafla um, tá B68 í kvøld hevði vitjan av grannunum í NSÍ, tí gestirnir vunnu 3-0. Stutt fyri hálvleik legði Christian Høgni Jacobsen, sum forrestin fylti 30 ár í dag, NSÍ framum 1-0.
10 minuttir inn í seinna hálvleik økti Klæmint A. Olsen um munin til 2-0, tá hann av brotsteigarmarkinum smekkaði bóltin í málið, og í 62. minutti staðfesti Christian Høgni sigurin við langskoti dygst undir samankomingini.
Í 70. minutti var Óli Olsen hjá B68 útvístur fyri ógvusliga takling, so toftamenn vóru undirmannaðir síðstu 20 minuttirnar.
Eftir triðja sigurin í átta dagar, hevur NSÍ nú 10 stig, og B68 er á 9 stigum.
B68-NSÍ 0-3 (0-1)
0-1: Christian Høgni Jacobsen, 45.
0-2: Klæmint A. Olsen, 54.
0-3: Christian Høgni Jacobsen, 62.
B68: Vlada Filipovic - Poul N. Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Øssur Hansen (Oddur Højgaard, 46.), Niklas Joensen - Kristsian A. Andreasen, Jóhan Petur Poulsen (Óli Olsen, 56.), Ndende, André Olsen (Eli Simonsen, 46.), Pól Jóhannus Justinussen - Dánjal Pauli Højgaard
Gult kort: Jóhan Petur Poulsen
Reyt kort: Óli Olsen 70.
NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jóhan Troest Davidsen, Jens Joensen, Einar T. Hansen ? Jan Martin Mortensen (Erland B. Danielsen, 65.), Jan Ingi Petersen, Jústinus R. Hansen, Heðin á Lakjuni (Debus Danielsen, 81.) ? Klæmint A. Olsen, Christian Høgni Jacobsen
Gult kort: Jan Martin Mortensen, Jústinus R. Hansen og Christian Høgni Jacobsen
Dómari: Eiler Rasmussen