Talan var um seinasta dystin í 22. umfarinum av Vodafone-deildini, og áskoðararnir vóru vitni til ein fínan dyst, har bæði liðini skaptu sær fleiri møguleikar.
Stutt fyri steðgin legði Dánjal Davidsen heimaliðið framum eftir fríspark, men seinni hálvleikur var bara fáar minuttir gamal, áðrenn Christian Høgni Jacobsen javnaði.
Eftir hetta hevði NSÍ yvirvág, og ta einu ferðina raktu teir tvørtræið, men tað vórðu tó Levi Hanssen og EB/Streymur, sum fingu næsta málið.
Christian Høgni Jacobsen vildi tó ikki lata vertirnar eiga alt, og hann var avgjørdur, tá verjan ikki var tað, soleiðis at eitt stig fór til Runavíkar.
EB/Streymur hevur nú vunnið seg upp á 38 stig og er einsamalt nummar tvey í Vodafone-deildini. NSÍ er nummar fýra við 35 stigum.
EB/Streymur-NSÍ 2-2 (1-0)
1-0: Dánjal Davidsen, 38.
1-1: Christian Høgni Jacobsen, 50.
2-1: Levi Hanssen, 75.
2-2: Christian Høgni Jacobsen, 81.
EB/Streymur: René Tórgarð - Bárður Olsen, Egil á Bø, Dánjal Davidsen, Leif Niclassen - Hans Pauli Samuelsen, Brian Olsen, Sorin Anghel, Marni Djurhuus (Pætur Dam Jacobsen, 69.), Levi Hanssen - Arnbjørn T. Hansen
Gult kort: Egil á Bø
NSÍ: Meinhardt Joensen - Jónhard Frederiksberg, Óli Hansen, Jens Joensen, Einar T. Hansen - Bogi Løkin, Jann Ingi Petersen, Jústinus R. Hansen, Jann Martin Mortensen - Christian Høgni Jacobsen, Karoly Potemkin
Gult kort: Karoly Potemkin