Tað eydnaðist ikki oddaliðnum í 1. deild, B68, at fáa fulla úrtøku við út um Rókina, tá ið toftamenn tíðliga seinnapartin vitjaðu í Runavík.
Úrslitið varð 1-1, og tað var um reppið, at teir næstbestu hjá NSÍ vunnu øll stigini. Eftir hornasparksinnlegg javnaði Dánial Hansen fyri B68 í síðsta minutti.
NSÍ legði seg á odda í 69. minutti. Málskjútti var miðvallarin Jann Martin Mortensen. Við høvdinum stýrdi hann bóltin upp um Gunnar á Steig og í málið, eftir at Jónstein Petersen hevði lagt innfyri úr vinstru.
Lágættarvindurin hevur verið vaksandi seinnapartin. Undir grannauppgerðini við Løkin, har fyrsta bríkslið var klokkan 13, vóru líkindini ikki so galin.