LØGMANSSTEYPIÐ
HB er ikki partur av steypakappingini í hálvfinaluni. Kanska er hetta ikki rætti høvuðssetningurin at leggja fyri við. Heldur skuldi tað havt verið, at NSÍ framvegis hevur møguleika at endurvinna tað, sum teir vunnu ólavsøkudag í fjør. Men tá ið felagið, sum hevur vunnið 25 av teimum 46 finalunum, ið higartil eru spældar, fellur so tíðliga sum í fjórðingsfinaluni, so er tað í tíðindahøpi ein stórhending.
Men uttan mun til hvussu vit venda og snara hesum, so er tað ein veruleiki, at NSÍ enn eina ferð steðgaði HB í steypakappingini.
Líkindini vóru einki at rópa hurrá fyri við Løkin. Umstøðurnar at vísa rættuligt fótbóltsspæl vóru vánaligar, og ivaleyst eru tey fleiri, sum kundu ynskt sær, at uppgerðin varð útsett til eitt kvøld í hesi vikuni, tá ið veðrið verður betri. Men spurningurin er, um tað yvirhøvur hevði borið til at fingið polerað fótbóltsspæl burturúr í knald eller fald uppgerð, har so nógv stendur upp á spæl.
Í sovornum dystum er tað oftast meiri stríðsviljin, sum ber sigurin við sær, heldur enn fótbóltsspælið, og soleiðis var tað eisini hesa ferð.
Trýstu ov lítið
HB hevði fríska lotið undan fyrra umfarið. Tað átti at havt møguleikar við sær at leggja heimaliðið undir stórt trýst á økinum frammanfyri málið hjá Jens Martini Knudsen, men tað tóktist, sum um gestirnir hveptu seg eitt sindur við. Teir fluttu ikki fólkið í nóg stóran mun fram á vøllin, soleiðis at verjuspælararnir hjá NSÍ kundu koma undir tað trýstið, sum ofta ber við sær, at mistøk verða gjørd, sum tað ber til at sekta.
At nýggja NSÍ miðverjan kann gera mistøk sást væl, tá ið fyrra umfarið var um at vera hálvrunnið. Óli Hansen, sum saman við Messias Perreira stríddist væl í miðverjuni, misti bóltin, og teir báðir HB álopsspælararnir, Andrew av Fløtum og Karsten From struku avstað. Karsten gjørdist púra leysur, og Jens Martin hevði ongan møguleika.
Leiðslumálið var ov tepurt at dúva upp á, og tað lá í kortunum, at HB noyddist at gera eitt mál afturat, um teir skuldu leggja størsta dentin á verjupartin eftir steðgin. Men HB hevði trupulleikar at seta seg á spælið, og tað kom sum køld pøs av vatnið ? í øllum regninum! ? tá ið tað dygst undan hvíldini eydnaðist NSÍ at javna. Eftir uppspæl í vinstru sendi Jónstein Petersen flatt innfyri, bólturin fór framvið verjuni og yvir til Gert Langgaard, sum fekk frið at temja og snara sær á, áðrenn hann sendi í málið, og so vóru tað teir í NSÍ, sum fóru at heita seg við sinniliga yvirskotinum.
Stríðsviljin avgerandi
Heilt tíðliga í seinna umfarinum legði NSÍ seg framum. Málið var heppið, og í sovornum støðum kostar tað mótstøðumonnunum eyka nógv at fáa heppin mál ímóti sær. Bárður Johannesen royndi at boksa burtur, eftir at bólturin var komin innfyri, men ólukkutíð fyri hann og HB, so rakti bólturin í nakkan á Jan C. Dam og fór í málið.
HB royndi at gera sítt fyri at koma afturíaftur, men teir høvdu ikki tyngdina og viljan, sum skuldi til. Teir á heimaliðnum vóru grammir og avgjørdari í nógvu nærdystunum, og tað hevði við sær, at teir høvdu bóltin meiri, og at teir høvdu fleiri møguleikar enn gestirnir.
Fyri HB, sum undan hesum kappingarárinum misti flestu av royndu verjuspælarunum, var tað dyggur smeitur, tá ið Jan C. Dam, eftir at NSÍ var komið framum, noyddist at fara skaddur av vøllinum. Tað noyddist hann eftir samanstoyt við mótstøðumann. Ungi Rani D. Christiansen, sum hevur fín fótbóltsevni, men sum tvey tey undanfarnu árini hevur verið nógv skaddur, varð settur í miðverjuna. Talan var um rættuligan Uriaspost hjá so ungum og óroyndum spælara, men eftir umstøðunum stóð Rani seg væl.
Hóast NSÍ yvirvágini, so varð intensiteturin varðveittur, inntil tað restaðu fimm minuttir. Tá royndi miðvallarin í vinstru, Jónstein Petersen, seg við skoti úr tredivu metrum. Bárður Johannesen var eitt sindur uttarlaga staddur í brotsteiginum, og bólturin sigldi undan vindinum og yvir høvdinum á málverjanum.
Fagnaðurin í NSÍ leguni var stórur. Tað var ikki so undarligt, og tað var heldur ikki so undarligt, at teir í HB lútaðu við høvdinum.
NSÍ?HB 1?3 (1?1)
0?1: Karsten From
1?1: Gert Langgaard
2?1: sjálvmál
3?1: Jónstein Petersen
NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen, Messias Perreira, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Ian Højgaard, Kári Hansen, Jónstein Petersen ?
Sonni L. Petersen, Helgi L. Petersen
HB: Bárður Johannesen ? Hallur Danielsen, Jan C. Dam, Eli Thorsteinsson, Janus M. Joensen ? Tór?Ingar Akselsen, Rúni Nolsøe, Kári Nielsen, Rógvi Jacobsen ? Andrew av Fløtum, Karsten From