Tað plagar ikki at hilnast nakað í fótbóltinum hjá klaksvíkingum á Norðoyastevnu, og tað gjørdi tað heldur ikki hesa ferð. Í góðveðrinum sunnudagin vitjaði NSÍ í Klaksvík, og teir fóru út aftur til Runavíkar við stórum steypi, sum býráðsformaðurin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, handaði teimum. NSÍ var á odda 2-0 í steðginum, og eftir steðgin skoraðu teir eitt mál afturat. Jónhard Frederiksberg og Óli Hansen við stútara eftir horna skoraðu í 1. hálvleiki, og Øssur Dalbúð, sum var ein av fimm innskiftum NSÍ spælarum eftir steðgin, staðfesti til 3-0. Jack Johansen, sum áður hevur spælt við FSV04 og nú spælir við SÍ, var á KÍ liðnum. Hann hevur royndarvant í Klaksvík í vikuni, sum fór.