KÍ-NSÍ
Jákup Mørk
Fer tað at eydnast KÍ at tryggja sær plássið í bestu deildini, ella fer tað at eydnast meistarunum – í hvussu so er inntil sunnudagin – í NSÍ at halda tørn í kappingini um næstfremsta plássið og harvið silvurkrónurnar.
Hetta eru spurningarnir undan NSÍ vitjanini í Klaksvík. Klaksvíkingar hava higartil í ár staðið seg betri ímóti NSÍ, enn støðutalvan kundi borið boð um, at teir skuldu havt gjørt. Í 9. umfari endaði tað 1-1, tá ið NSÍ vitjaði í Klaksvík. Í 17. umfari vann KÍ 4-2 í Runavík. Tað var ikki minst hetta óvæntaða tapið, sum vísti seg at kosta NSÍ møguleikan at endurvinna FM heitið.
- Nú spæla vit fyri at vinna silvurmerkini. Tí fara vit til Klaksvíkar fyri at vinna øll stigini, sigur Hjalgrím Elttør, klaksvíkingurin sum hesi bæði seinastu árini hevur verið við til at seta dám á í Runavík.
Allir NSÍ spælararnir eru tøkir uttan Aco Pandurovic, sum hevur sæð gult fimm ferðir og tískil er leikbannaður. Einar Hansen, sum seinastu ferðirnar hevur sitið uttanfyri, er gott boð upp á vinstra vongverja.
Meðan NSÍ framvegis hevur møguleika at vinna heiðursmerkir, so hugsa tey í Klaksvík um at sleppa undan hóttanini av niðurflyting. Um tað eydnast at vinna eitt stig hesa ferð, so verða klaksvíkingar komnir undan hóttanini.
Allir KÍ spælararnir eru tøkir, og tað frættist úr Klaksvík, at tað hevur verið høgur intensitetur í venjingunum.
Hjá NSÍ hava Jónas Þór Næs, Bogi Løkin og Jóhan Troest Davidsen verið burturi í landsliðsørindum. Hjá KÍ hava Rógvi Jacobsen og Jákup Mikkelsen tvær tær seinastu vikurnar verið á sama liði sum teir báðir í NSÍ. Nú fara teir at standa andlit til andlit og báðir partar hava nógv at spæla fyri.