Dygst undan kappingarbyrjan spældu NSÍ og ÍF vinardyst við Løkin í Runavík. Ta ferðina vann NSÍ 6-1. Í dag vónaði ÍF venjarin, Jógvan Martin Olsen, at tað skuldi laga seg væl frægari hjá hansara monnum.
Soleiðis tørnaði tað ikki út, tí aftur í dag vann NSÍ 6-1. Hóast heimaliðið ofta í fyrra hálvleiki gjørdi mistøk í uppspælinum, so var tað NSÍ, sum hølvaði ÍF av.
Tá ið seinni hálvleikur var eitt korter gamal, minkaði ÍF um munin til 2-1. Tá kendist tað sum um, at spenningur fór at koma í aftur, men soleiðis varð tað ikki. Árni Frederiksberg økti beinanvegin til 3-1 beinleiðis við horna úr høgru, og so skrædnaði ordiliga hjá fuglfirðingum.
-Avrikið í seinna hálvleiki kunnu vit ikki bjóða okkum sjálvum og viðhaldsfólkunum. Hetta var stór skomm. Hóast NSÍ skoraði tvey mál í fyrra hálvleiki, so haldi eg ikki, at heimaliðið hevði so nógvar møguleikar. Eftir steðgin løgdu vit betri fyri, og tá ið vit minkaðu um munin, kendu vit, at tað fór at bera vil. Men so øktu teir til 3-1 við beinleiðis horna, og so steðgaðu vit heilt upp, sigur ÍF venjarin Jógvan Martin Olsen.
Hví gekk tað soleiðis?
-Eg dugi ikki at siga. Hetta mugu vit allir eftirmeta. Fleiri hava ligið sjúkir, men eg haldi ikki, at vit upp á nakran máta kunnu bera okkum undan, at hetta var heilt vánaligt, sigur Jógvan Martin Olsen.
Klæmint A. Olsen, NSÍ liðformaðurin, skoraði tvær ferðir, 28 ára føðingardagsbarnið, vinstrabeinti Einar Tróndargjógv skoraði til 2-0 - við høgra beini - og umframt Árna Frederiksberg skoraðu eisni 17 ára gamli sentrali miðvallarin Petur Knudsen og veteranurin í miðverjuni Jens Joensen, sum heilfluktaði eftir horna tað, sum ivaleyst verður evni til ársins mál.
NSÍ-ÍF 6-1 (2-0)
1-0: Klæmint A. Olsen 3.
2-0: Einar Tróndargjógv 16.
2-1: Clayton Soares 59.
3-1: Árni Frederiksberg 61.
4-1: Klæmint A. Olsen 79.
5-1: Petur Knudsen 81.
6-1: Jens Joensen 84.
Dómari: Lars Múller
NSÍ: Símun Rógvi Hansen – Monrad Holm Jakobsen, Per Langgaard, Jens Joensen – Johan Jacobsen (Jonleif Højgaard, 78.), Petur Knudsen, Nikolaj Køhlert, Einar Tróndargjógv (Jannik Mathias Olsen, 78.) – Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen
Gult kort: Einar Tróndargjógv, Jens Joensen
Venjari: Anders Gerber
ÍF: Oliver Korch – Leivur Joensen, Bogi Reinert Petersen, Jan Ó. Ellingsgaard (Andrias Poulsen, 75.), Gunnar Christiansen – Kristoffur Jakobsen (John Daniel Guðjónsson, 68.), Karl Løkin – Dánjal á Lakjuni, Ari Ó. Ellingsgaard (Adeshina Lawal, 58.), Andy Ó. Olsen – Clayton Soares
Gult kort: Gunnar Christiansen
Venjari: Jógvan Martin Olsen
LIÐUGT
6-1
90) 6-1
Tríggir minuttir lagdir aftrat.
86) 6-1
Talan er um evni til ársins mál, sum Jens Joensen nú skoraði. Eftir horna úr vinstru frá Árna Frederiksberg tveitti miðverjin seg og heilfluktaði bóltin upp í nettakið.
86) 6-1
Jens Joensen
83) 5-1
Nú verður skrædl við Løkin. Klæmint A. Olsen spældi 17 ára gamla Petur Knudsen leysan, og ungi maðurin takkaði fyri og setti bóltin í málið.
83) 5-1
5-1: Petur Knudsen
81) 4-1
So er spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fer at verða. Eftir stórt verjukiks og roynd frá Pól Jóhannus Justinussen var Klæmint A. Olsen fyrstur á returbóltinum.
81) 4-1
Klæmint A. Olsen
75) 3-1
Jannik Olsen og Jónleif Højgaard verða settir inn á NSÍ liðið í staðin fyri Jóhan Jacobsen og Einar Tróndargjógv.
73) 3-1
Tað er einki, sum bendir á, at tað skal eydnast fuglfirðingum at svara aftur og fáa spenning í aftur.
68) 3-1
Kristoffur Jakobsen fer av vøllinum, og John Daniel Guðjónsson verður settur inn í miðverjuna, meðan Bogi Reinert Petersen verður fluttur úr miðverjuni og fram á miðvøllin.
64) 3-1
Tað var bara lítil løta, at ÍF var eitt mál aftanfyri. Við beinleiðis horna úr sendi Árni Frederiksberg bóltin upp í handara málhornið.
64) 3-1
3-1: Árni Frederiksberg
60) 2-1
So er spenningur í aftur við Løkin. Eftir gott horna frá Andy Olsen var tað Clayton Soares, sum úr stuttari støðu og við høvdinum setti bóltin í málið.
61) 2-1
2-1: Clayton Soares
60)
2-0
Adeshina Lawal verður skiftur inn, og Ari Ó. Ellingsgaard fer av vøllinum.
55) 2-0
Nú var tætt við, at NSÍ økti um leiðsluna. Kristoffur Jakobsen hjá ÍF var skjøtisleysur, og Klæmint A. Olsen smekkaði til úr góðari støðu, men bólturin fór upp um málið.
52) 2-0
NSÍ heldur fram at gera mistøk í uppspælinum, og ÍF megnar framvegis ikki at sekta mistøkini.
46) 2-0
Ongar útskiftingar hava verið.
---
Nú regnar tað við Løkin í Runavík, har dómarin hevur bríkslað fyri hálvleiki. Støðan er 2-0 til NSÍ, og tað eru Jógvan Martin Olsen og fuglfirðingar, sum hava mest at tosa um, nú teir eru farnir at hvíla seg.
Brekkan er brøtt hjá ÍF. Fyrsta avbjóðingin hjá fuglfirðingum er, at teir skulu fáa fatur á bóltinum og síðani royna at samanspæla meiri, enn teir higartil hava gjørft. Tað fer einki at spyrjast burturúr framvegis at royna við longum sendingum fram til Clayton Soares, sum er væl ansaður av Jens Joensen, ið er stinnur í luftspælinum.
NSÍ spælararnir hava havt bóltin nógv størsta partin av tíðini, meðan gestirnir hava runnið aftaná. Hóast NSÍ er frammanfyri 2-0, so hava heimamenninir gjørt nógv mistøk í uppspælinum, sum ÍF tó ikki hevur megnað at sekta.
Klæmint A. Olsen legði beinanvegin NSÌ framum eftir sending frá Peturi Knudsen, og 28 ára føðingardagsbarnið Einar Tróndargjógv legði við høgra beini og umvegis stólpan heimaliðið framum 2-0.
-----
HÁLVLEIKUR
2-0
45) 2-0
Ein minuttir lagdur aftrat fyrra hálvleiki.
41) 2-0
Nú var tætt við, at heimaliðið økti um munin. Eftir langa sending fram í høgru legði Árni Frederiksberg innfyri, men ÍF miðverjin Bogi R. Petersen var fyrri á bóltinum enn Klæmint A. Olsen.
37) 2-0
NSÍ hevur fult og heilt tamarhald á spælinum. Fuglfirðingar eru ikki heilt avgjørdir um, hvar teir skulu pressa mótstøðumenninar. Tað ber við sær, at Cllayton Soares oftast er einsamallur, tá ið hann roynir at krøkja bóltin frá mótstøðumonnunum.
Tá ið teir reyða vinna bóltin, sparka teir fram á vøllin, og so er bólturin aftur gulur.
33) 2-0
Tað gongur fyri seg eftir treytunum hjá heimaliðnum. NSÍ vísir tol, tá ið teir fýra aftastu spæla ímillum sín, meðan ein ella tveir reyðir renna ímillum teir.
31) 2-0
Fyrsta hálva tíman hevur úrtøkan hjá NSÍ verið ógvuliga góð. Heimaliðið hevur havt tvær vandamiklar royndir á ÍF málið, og í báðum førum hevur tað borið mál við sær!
28) 2-0
Stórur møguleiki til ÍF. Símun Rógvi hansen var á veg út og sparkaði burtur, men bólturin fór til Karl Løkin, sum royndi úr stórari fjarstøðu, men bólturin fór upp um tóma NSÍ málið.
25) 2-0
Meðan álopsmaskinan gongur sum smurd hjá NSí, so eru mistøkini í uppspælinum sera nógv. Andy Ó. Olsen hevur verið eyðsýndur í framrættaða partinum hjá ÍF. Trupulleikin hjá fuglfirðingum er, at innleggini higartil hava ikki verið nóg neyv.
16) 2-0
So er mótbrekkan hjá fuglfirðingum brøtt. Eftir framúr uppspæl, har Pól Jóhannus Justinussen átti størsta lutin, var tað Árni Frederiksberg, sum legði bóltin fyri føturnar á Einari Tróndargjógv, sum - við høgra beini! - umvegis stólpan setti bóltin í málið.
Hetta er góð 28 ára føðingardagsgáva hjá Einari!
16) 2-0
2-0: Einar Tróndargjógv
13) 1-0
NSÍ vísir tenn í snarálopi eftir ÍF fríspark. Árni Frederiksberg legði innfyri, og tað var um reppið, at Klæmint A. Olsen varð leysur!
12) 1-0
GULT KORT. Einar Tróndargjógv hjá NSÍ fær gult fyri ófantaliga takling ímóti Dánjali á Lakjuni.
10) 1-0
Tað kennist órógv millum heimafólki, at verjan er so lítið sannførandi. Higartil hevur tað tó ikki kostað, hóast Clayton Soares hevur verið tætt við.
07) 1-0
NSÍ verjan hevur síðstu løtuna ikki verið sannførandi, og tað hevur borið næstan stórar møguleikar til ÍF við sær, men tað riggaði akkurát ikki.
04) 1-0
Í fyrsta málmøguleikanum eydnaðist tað heimaliðnum at skora. Petur Knudsen sneiddi seg leysan og spældi snilt inn um verjuna til Klæmint A. Olsen, sum sendi bóltin millum beinini á Oliver Korch í ÍF málinum.
04) 1-0
1-0: Klæmint A. Olsen
01) 0-0
00)
Sammett við í triðja umfari, so er NSÍ liðið meinlíkt tí, sum vann 3-1 í Klaksvík fyri tveimum vikum síðani.
Sammett við í triðja umfari, so ery tvær broytingar á ÍF liðnum sammett við tað, sum fyri tveimum vikum síðani spældi 2-2 á heimavølli ímóti Víkingi.
Dánjal á Lakjuni er millum teir fyrstu ellivu, meðan Adeshina Lawal er á ÍF beinkinum.
Alex José dos Santos er sjúkur, og í hansara stað spælir Leivur Joensen. Gunnar Christiansen er vongverji í vinstru, og Leivur Joensen er vongverji í høgru.
00)
NSÍ: Símun Rógvi Hansen – Monrad Holm Jakobsen, Per Langgaard, Jens Joensen – Johan Jacobsen, Petur Knudsen, Nikolaj Køhlert, Einar Tróndargjógv – Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen
ÍF: Oliver Korch – Leivur Joensen, Bogi Reinert Petersen, Jan Ó. Ellingsgaard, Gunnar Christiansen – Kristoffur Jakobsen, Karl Løkin – Dánjal á Lakjuni, Ari Ó. Ellingsgaard, Andy Ó. Olsen – Clayton Soares
00)
Trý tey seinastu árini hevur Klæmint A. Olsen verið toppskjútti í Effo-deildini. Hann er ein av ellivu spælarum, sum í trimum teimum fyrstu umførunum hava skorað tvey mál. Ein ÍF spælari hevur skorað tvey mál. Tað er fyrrverandi NSÍ spælarin Andy Ó. Olsen.
00)
Dómari í dag er Lars Müller.
00)
Líkindini at spæla fótbólt eru góð í Runavík ídag. Liðini hava nú í eina løtu hitað upp. Tað eru ikki so nógvir áskoðarar møttir enn, men - um tað verður sum tað plagar - so munnu teir fara at koma nú, og tað er farið at streyma inn á nýggju áskoðaraplássini omanfyri vøllin.
Fyrsti dysturin í fjórða umfari í Effo-deildini eru við Løkin í Runavík ídag. NSÍ hevur vitjan av ÍF, sum ikki hevur vunnið á útivølli ímóti NSÍ í hálvt fjórða ár.
Liðini hava spælt ímóti hvørjum øðrum í venjingardystum tvær ferðir fyrr í ár. Í hálva tímanum í venjarakappingini í Gundadali vann NSÍ 3-0. Stutt undan kappingarbyrjan vann NSÍ venjingardyst á heimavølli ímóti ÍF 6-1.