NSÍ skrædlaði botnliðið

1. DEILD: Tvær ferðir í tríggjar dagar hevur næstbesta liðið hjá NSÍ skorað 16 mál í høvuðsstaðnum

Tað er ikki lukkuligt, sum ungu menninir á næstbesta liðnum hjá NSÍ gera um seg í høvuðsstaðnum.

Á mikkjalsmessu, síðsta týskvøld, fór NSÍ úr høvuðsstaðnum og inn aftur til Runavíkar við 9-1 sigri ímóti HB.

Í kvøld hava teir næstbestu hjá NSÍ verið á vøllinum við Løgmannabreyt, og teir fóru til hús við 7-1 sigri ímóti FC Hoyvík.

Ofta hava fleiri teirra verið á vøllinum, sum regluliga eru á listanum, tá ið besta NSÍ liðið spælir. Soleiðis var tað ikki í kvøld. Eingin av teimum, sum vanliga eru á besta liðnum, var á NSÍ liðnum á vøllinum við Løgmannabreyt í kvøld.

16 ára gamli Jørgen Nielsen og 18 ára gamli Meinhard Janusarson vóru teir, sum skoraðu flestu málini. Teir skoraðu trý mál í part ella hattrikk. Súni Hansen skoraði eitt av NSÍ málunum.

Í síðstu løtu pyntaði Hugin Ferber um fyri FC Hoyvík, so úrslitið var 7-1 til NSÍ.

Inntil miðskeiðis í seinna hálvleiki var tað einki, sum bendi á, at NSÍ fyri aðru ferð í hesi vikuni fór at vinna stórsigur í høvuðsstaðnum. Hálvleiksstøðan var 2-0, og tað var ikki fyrr enn í 66. minutti, at leiðslan varð 3-0. Síðsta korterið gekk tað skjótt. NSÍ skoraði í 76., 80., 88. og 89. minutti.

Úrslitið ber við sær, at NSÍ er á øðrum plássi við 44 stigum. Víkingur er topplið við 45 stigum, men Víkingur hevur spælt tveir dystir færri enn NSÍ.

FC Hoyvík er botnlið við 10 stigum.

Annan leygardag fer FC Hoyvík at spæla á útivølli ímóti AB, sum er næstaftast við 13 stigum.

Annan leygardag fer NSÍ til Klaksvíkar.