Eftir 2-0 tapið fyri Gefle í Gundadali var torført at ímynda sær, at NSÍ skuldi gera nakað við Gefle á Råsunda Stadium í Svøríki. Tað hevði millum annað við sær, at NSÍ hevði givið liðskiparinum og toppskorarinum, Christian Høgna Jacobsen, frí. Fyri uttan hann, so var liðið at kenna aftur, men við tí broyting, at Klæmint Olsen var einsamallur í álopinum.
Fyrra partin av fyrra hálvleiki hendi lítið og hvørki av liðnum legði nógv fyri. Aftaná 25 minuttir kom endaliga staðfestingin av, at NSÍ ikki kemur víðari í hesi Europa League kappingini. Tá legði Daniel Bernhardsson Gefle á odda. Stutt eftir hevði NSÍ góðan møguleika at javna, men málmaðurin bjargaði royndini hjá Klæminti Olsen.
Longu í fyrra hálvleiki má NSÍ gera ein útskifting, tí Einar T. Hansen má út við skaða. Í hansara stað kemur Károly Potemkin. Tað merkir samstundis, at NSÍ má gera nakrar broytirngar á liðnum. Støðan í hálvleikinum er 1-0.
Í seinna hálvleiki situr Gefle á dystinum og eru nær við at økj, men millum annað tvørtræðið bjargar NSÍ. Tá seinni hálvleikur er smáar tjúgu minuttir gamal skorar Gefle aftur. Tá er tað innskifti Hans Berggren, sum roynir seg útfrá og bólturin fer umvegis stólpan í mál.
Síðani hevði Károly Potemkin ein skot roynd sum fór uppum. Løtu seinni skifti NSÍ Árna Frederiksberg inn. Tað er fyrstu ferð at hann kemur inn á besta liðnum hjá NSÍ. Í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat, var hann við í uppspælinum, sum endaði við at Károly Potemkin fekk minkað um munin til endaliga úrslitið 2-1.
Tað var annars lítið av fólki til dystin, ikki fleiri enn einir 500 áskoðarar.