NSÍ skal til Georgia

Talan gjørdist ikki um nakað dreymalutakast, tá NSÍ í dag skuldi fáa sítt mótstøðulið úr UEFA-pottinum.

Av føroysku feløgunum hevur HB fleiri ferðir verið í Georgia, og langt ífrá hvørja ferð hevur talan verið um so øgiliga hugaliga fótbóltsferð.