NSÍ boðar í kvøld frá, at hjálparvenjarin hjá Anders Geber frá kappingarárinum í ár, Eliesar Olsen, ikki verður hjálparvenjari hjá felagnum komandi kappingarár. Sostatt skal Sámal Erik Hentze finna sær nýggjan hjálparvenjara í nýggja starvinum hjá sær sum høvuðsvenjari hjá NSÍ.
In.fo skilir, at ovast á ynskilistanum hjá Sámal Erik Hentze sum nýggjur hjálparvenjari hjá NSÍ er landsliðsmiðvallarin, Fróði Benjaminsen, ið Sámal Erik Hentze ætlar sær sum leikandi hjálparvenjara. Í Víkingi har Sámal Erik Hentze hevur starvast seinastu tvey árini, hevur Sámal Erik eisini havt ein leikandi hjálparvenjara afturat sær. Tað hevur verið Sorin Anghel.
Sámal Erik Hentze og Fróði Benjaminsen hava fleiri ferðir áður samstarvað. Sum leikarar spældu teir báðir síðst í 90’unum saman í B68. Í 2009 var Fróði Benjaminsen liðskipari hjá HB, tá Sámal Erik Hentze var venjari, har teir báðir vóru við til at vinna FM-heitið og seinasta kappingarár var Sámal Erik Hentze venjari hjá Fróða Benjaminsen í Víkingi – eisini tá vunnu teir FM-heitið.
Tí er tað nógv, ið talar fyri, at NSÍ kann vera nær við at avdúka Fróða Benjaminsen sum nýggjan leikandi hjálparvenjara í felagnum. Sambært álítandi keldum hjá Miðlahúsinum hava partarnir eisini verið í samráðingum.