NSÍ skal finna aftur á beint

Eftir at teir ellivu ferðir á rað vóru farnir av vøllinum uttan at hava tapt, noyddust teir í NSÍ síðsta sunnudag at ásanna, at tað er ikki altíð, at tað gongst, sum tað verður roknað við og spátt. Skála vann fyri fyrstu ferð nakrantíð í Runavík, og tapið bar við sær, at NSÍ misti oddasessin.

Marginalirnir vóru ikki við okkum, varð staðfest í NSÍ leguni. Tá ið NSÍ var á Sandi í fyrsta umfari, vóru marginalirnir heilt víst við. Ta ferðina skoraði liðformaðurin, Óli Hansen, sigursmálið til 1-0 við stútara eftir horna í 94. minutti!

Sandoyingar hava havt ilt við at finna mótstøðumálið eftir summarsteðgin. Einasta stigið í hesum fýra umførunum vunnu teir í málleysa heimadystinum ímóti VB/Sumba. Einasta málið, sum sandoyingar hava skorað í hesum fýra dystunum, fingu teir í Klaksvík síðsta sunnudag.

Í Klaksvík sóu bæði Símun Hansen og Flavio Lucio de Santana reytt, og teir eru tískil leikbannaðir í dag. Hanus Sørensen er knæskaddur. Anders Sørensen og Jónsvein Thomsen, sum hava verið skaddir, eru tøkir aftur.

Hjá NSÍ eru allir spælararnir tøkir. Eftir tapið á heimavølli ímóti Skála, er tað møguleiki fyri, at onkrar rokeringar verða gjørdar í dag.