NSÍ sigursrøðin steðgað

NSÍ hevur í kvøld tapt 3-2 ímóti B68 á Svangaskarði.

Hetta er fyrsta ferðin síðani 18. apríl, tá ið HB í Gundadali vann 2-1 á NSÍ, at teir í Runavík fara av vøllinum við ongari úrtøku.

Síðani tá hevur NSÍ spælt 15 landskappingardystir. Úrtøkan hevur verið tólv sigrar og tríggir javnleikir.

Úrslitið í kvøld ber við sær, at tað er møguleiki fyri, at tað í morgin kann koma rættuligur spenningur í aftur.

HB fer í morgin suður á Sand, og um tað eydnast HB at vinna fulla úrtøku ímóti B71, so verður munurin millum NSÍ og HB bara tvey stig undan sjey teimum seinastu umførunum.

 

Síðstu løtuna var NSÍ undirmannað, tí Bogi Løkin var vístur av vøllinum, eftir at hann hevði sæð gula kortið fyri aðru ferð.

Øssur Hansen skoraði fimm minuttir undan leikloki sigursmálið við brotssparki.

 

B68-NSÍ 3-2 (1-2)

1-0: Pól Jóhannus Justinussen 8.

1-1: Bogi Løkin 24.

1-2: Christian Høgni Jacobsen 25.

2-2: Ndende Adama Guéye 65.

3-2: Øssur Hansen br 88.

Dómari: Páll Augustinussen

B68: Vlada Filipovic - Jóhan Petur Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Pól Jóhannus Justinussen, Niclas Joensen (Dánjal Pauli Højgaard, 57.) - Kristian Anton Andreasen (Remi Langgaard, 61.), Ndende, André Olsen (Oddur Højgaard, 75.), Øssur Hansen - Keita, Ibrahima Kamara

Gult kort: Øssur Hansen, André Olsen, Jóhan Petur Poulsen

NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Per Langgaard (Árni Frederiksberg, 22./Erland B. Danielsen, 75.), Einar T. Hansen - Debes Danielsen (Jann Martin Mortensen, 71.), Jústinus R. Hansen, Jann Ingi Petersen, Heðin á Lakjuni - Christian Høgni Jacobsen, Bogi Løkin

Gult kort: Jens Joensen, Jann Ingi Petersen

Reytt kort: Bogi Løkin (2 gul) 76.

 

-----------------

 

90 min

3-2

4 minuttir lagdir afturat.

 

---------

 

85 min.

3-2

 

3-2: Øssur Hansen br 85.

Toftamenn eru á sigurskós, nú tað bara restar ein lítil løta á Svangaskarði.

Fimm minuttir undan leikloki løgdu teir seg á odda 3-2. Málskjútti var Øssur Hansen, sum umsetti brotsspark til mál.

Páll Augustinussen peikaði á ellivu metra blettin, eftir at NSÍ miðverjin, Jens Joensen, hevði felt álopsspælaran Ibrahima Kamara!

Nú eru líkindini betri. Tað er turrari og lotið er minni.

 

--------------------

 

 

 

80 min.

2-2

 

2-2: Ndende 65.

Toftamenn hava rættuliga ment seg í 2. hálvleiki, og miðskeiðis í 2. hálvleiki eydnaðist tað miðvallaranum Ndende at skora, so støðan er 2-2.

NSÍ er undir ikki sørt av trýsti, tí teir eru undirmannaðir. Bogi Løkin er vístur av vøllinum, eftir at hann fyri aðru ferð sá gula kortið og harvið sá reytt.

 

--------

 

45 min,

1-2

 

Hálvleikur

B68 hevur spælt undan lotinum, sum er frískt.

Síðstu løtuna undan steðginum menti heimaliðið seg aftur. Toftamenn høvdu tvey hornaspørk og eitt fríspark, uttan at nakað tó spurdist burturúr.

 

-------

 

40 min.

1-2

 

1-2: Christian Høgni Jacobsen 26.

Eftir at hava verið skelkað fyrstu løtuna, tá ið B68 legði seg á odda, er toppliðið NSÍ rættuliga komið fyri seg.

Í 26. minutti var tað toppskjúttin Christian Høgni Jacobsen, sum skoraði fyri NSÍ.

Eftir innlegg royndi B68 málverjin av boksa bóltin burtur. Innskifti Árni Frederiksberg fekk fatur á bóltinum, spældi til Christian Høgni, sum sendi bóltin í tóma málið.

Tað regnar illa á Svangaskarði, og seinna partin av 1. hálvleiki hevur NSÍ verið greitt omaná.

 

---------

 

25 min.

1-1

1-1: Bogi Løkin 22.

Nú er javnt á Svangaskarði. Eftir innlegg úr vinstru, sum fór fram við fleiri undir B68 málinum, var Bogi Løkin fyrstur á bóltinum, sum hann við høvdinum sendi í málið.

Tá ið NSÍ skoraði, vóru teir í NSÍ tíggju ímóti ellivu. Nýggi miðverjin, Per Langgaard, lá skaddur uttanfyri vøllin. Eftir útjavnandi málið varð hann útskiftur. Inn er komin Árni Frederiksberg, sum er farin í álopið. Heðin á Lakjuni er fluttur aftur á vinstra vongverja, og Einar T. Hansen er fluttur í miðverjuna, og Bogi Løkin er á miðvallarplássinum í vinstru.

 

-------------

 

15 min.

1-0

1-0: Pól Jóhannus Justinussen 7.

Heimaliðið legði seg tíðliga í 1. hálvleiki á odda ímóti oddaliðnum NSÍ.

Øssur Hansen, sum í kvøld er ytstur á miðvøllinum í vinstru, legði frísparkssending innfyri úr vinstru, og á brotsteigarmarkinum drønstútaði miðverjin Pól Jóhannus Justinussen bóltin í málið aftanfyri Andras Gango.

 

------

 

Líkindini at spæla fótbólt á Svangaskarði í kvøld eru hampuliga góð. Tað sirmar eitt lítið sindur, og tað er eitt lítið høgættarlot.

 

 

B68-NSÍ kl. 18.00 (1-2)

Dómari: Páll Augustinussen

B68: Vlada Filipovic - Jóhan Petur Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Pól Jóhannus Justinussen, Niclas Joensen - Kristian Anton Andreasen, Ndende, Andre Olsen, Øssur Hansen - Keita, Ibrahima Kamara

NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Per Langgaard (Árni Frederiksberg, 23.), Einar T. Hansen - Debus Danielsen, Jústinus R. Hansen, Jann Ingi Petersen, Heðin á Lakjuni - Christian Høgni Jacobsen, Bogi Løkin