NSÍ setti seg á toppin

1.DEILD: Heldur ikki í ellivtu royndini eydnaðist tað EB/Streymi at vinna fulla úrtøku

Á middegi tók næstbesta liðið hjá NSÍ toppin í næstbestu fótbóltsdeildini. NSÍ er tvey stig frammanfyri 07 Vestur, og harvið hevur 07 Vestur møguleika at taka oddasessin aftur, um tað á heimavølli seinni í dag eydnast at vinna ímóti KÍ.

Martin Klein Joensen setti hol á fyri NSÍ í Hólmanum á Eiði. Tað var í 27. minutti. Tepra NSÍ leiðslan helt sær, inntil tað restaðu nítjan minuttir. Tá økti Andri Benjaminsen um munin til 2-0. Ellivu minuttir undan leikloki kom spenningur í aftur, tá ið Teitur Debess Olsen minkaði um munin til 2-1.

Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, staðfesti Martin Klein Joensen 3-1 sigurin og varð harvið tvífaldur málskjútti.

NSÍ hevur 25 stig, og EB/Streymur hevur trý stig - úr trimum javnleikum.

Í tólvta umfari fær NSÍ vitjan av B36, og EB/Streymur skal spæla á Sandi.