Tað er framúr gott lag í NSÍ leguni í góðveðrinum í Gundadali í kvøld.
NSÍ vann ólavsøkudystin ímóti HB 2-0 eftir málleysan fyrra hálvleik.
Petur Knudsen og Klæmint A. Olsen skoraðu málini.
Petur stútaði bóltin í málið eftir HB horna og framúr NSÍ kontra, og Klæmint A. Olsen stútaði í málið eftir horna.
Málið hjá Klæminti var søguligt. Í fleiri mánaðir hevur verið bíðað eftir, at Klæmint einsamallur skal taka metið í at skjóta flest mál, sum hann síðstu mánaðirnar hevur havt saman við Jákupi á Borg. Metið var 153 mál, og nú eigur Klæmint A. Olsen tað einsamallur við 154 málum.
-Vit eru ógvuliga fegnir um úrslitið í kvøld. Tað hevði verið ógvuliga nógv øðrvísi, um vit høvdu tapt. Nú eru vit við aftur í kappingini um europeisku plássini. Metið fyllir ikki nógv í mínum hugaheimi. Eg havi sitið skaddur uttanfyri í fleiri mánaðir, og tað hevur verið ræðuligt. Eg eri fegin og takksamur um, at tað ber mær aftur til at spæla. Orkan var ikki at spæla alla tíðina, og eg bað um at vera útskiftur, sigur Klæmint A. Olsen, liðformaður hjá NSÍ.
-Hóast vit taptu 6-4 í seinna dystinum í Europa, so sótu vit við kenslu av, at tað kundi bera til, og tað hava vit arbeitt við síðstu vikurnar, sigur Klæmint A. Olsen.
-Vit taptu í kvøld, og so mugu vit arbeiða víðari. Vit hava ongantíð roknað við, at vit fóru at vinna allar dystirnar, sigur HB veteranurin Símun Samuelsen.
-Eg eri serliga fegin um hugburðin, sum í kvøld var tann rætti. Tað hevur hann ikki altíð verið í ár. Vit hava arbeitt við at vera savnaðir um uppgávuna allar 90 minuttirnar. Tað hevur verið ein stórur trupulleiki, men í kvøld vóru vit fult konsentreraðir alla tíðina, staðfestir NSÍ venjarin Sámal Erik Hentze.
Sí nakrar myndir frá dystinum undir greinini
Úrslitini í hesum umfarinum - KÍ vann í gjárkvøldið 3-1 á heimavølli ímóti Skála - bera við sær, at tað aftur er spenningur í toppinum. Nú eru tað tvey stig frá HB og aftur til KÍ. Hesi bæði liðini hittast annað fríggjakvøld á Summarfestivalinum í Klaksvík.
HB - NSÍ 0-2 (0-0)
0-1: Petur Knudsen 61.
0-2: Klæmint A. Olsen 65.
Dómari: Petur Reinert
HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Bartal Wardum, Lasse Andersen (Daniel Johansen, 85.), Magnus Egilsson – Adrian Justinussen, Tróndur Jensen, Binni Hlöðversson (Dan í Soylu, 66.), Símun Samuelsen – Grétar Snær Gunnarsson, Jógvan Skeel Nolsøe (Ari Mohr Olsen, 66.)
Gult kort: Binni Hlöðversson, Adrian Justinussen, Dan í Soylu
Venjari: Heimir Guðjónsson
Hjálparvenjari: Rasmus Nolsøe
NSÍ: Tórður Thomsen – Bárður J. Hansen, Per Langgaard, Jens Joensen, Pætur Hentze – Fróði Benjaminsen, Betuel Hansen (Magnus H. Olsen, 74.) – Árni Frederiksberg, Pól Jóhannus Justinussen, Petur Knudsen (Jann Benjaminsen, 80.) – Klæmint A. Olsen (Øssur Dalbúð, 77.)
Gult kort: Øssur Dalbúð
Venjari: Sámal Erik Hentze
Hjálparvenjari: Harry Knudsen
16. umfar
27. juni
Víkingur - EB/Streymur 3-1
27. juli
AB - Suðringar 0-4
KÍ - Skála 3-1
28. juli
HB - NSÍ 0-2
29. juli
B36 - 07 Vestur útsettur
HB | 16 | 13 | 1 | 2 | 31 | 12 | 40 |
KÍ | 16 | 12 | 2 | 2 | 30 | 11 | 38 |
NSÍ | 16 | 9 | 3 | 4 | 34 | 15 | 30 |
Víkingur | 16 | 9 | 2 | 5 | 26 | 19 | 29 |
B36 | 15 | 9 | 1 | 5 | 32 | 20 | 28 |
Skála | 16 | 5 | 3 | 8 | 15 | 23 | 18 |
EB/Streymur | 16 | 4 | 5 | 7 | 18 | 21 | 17 |
Suðringar | 16 | 4 | 2 | 10 | 16 | 27 | 14 |
AB | 16 | 2 | 2 | 12 | 8 | 36 | 8 |
07 Vestur | 15 | 1 | 1 | 13 | 13 | 39 | 4 |
17. umfar
Sunnudagin 5. august
KÍ - 07 Vestur
Víkingur - AB
NSÍ - EB/Streymur
HB - Skála
Suðringar - B36