NSÍ og Norðoya Sparikassi næstu fimm árini

Fyrrapartin skrivaðu NSÍ og Norðoya Sparikassi undir ein fimm ára stuðulssáttmála, tryggjar leiðsluni í NSÍ arbeiðsfrið næstu árini, samstundis sum Norðoya Sparikassi fær fótin innum í økinum. Báðir partar vænta sær nógv av nýggja samstarvinum.

Sunnudagin 2. apríl tekur NSÍ ímóti KÍ við Løkin í fyrsta landskappingardystinum í ár, og dagin eftir, mánadagin 3. apríl, letur Norðoya Sparikassi upp nýggja deild í Runavík.
At Norðoya Sparikassi ætlar nakað við »innrásini« á Skálafjørðinum og í Eysturoynni, varð staðfest fyrrapartin í býráðssalinum í Runavík, tá Andrias Lamhauge, formaður í NSÍ, og Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa, skrivaðu undir ein fimm ára stuðulssáttmála.
 Tað hevur nógv at siga fyri okkum, at vit kunnu fáa sáttmála við eitt vinnandi lið, og eitt slíkt er NSÍ. Og eg vænti eisini, at NSÍ kann gerast uppaftur meira vinnandi, tí felagið er so vælskipað og hevur so gott spælaratilfar at arbeiða við, staðfesti Eyðfinn Reyðberg, tá hann hevði sett sína undirskrift á nýggja stuðulssáttmálan.
 Síðani hetta samstarvið kom upp á tal, havi eg upplivað NSÍ júst so professionelt, sum eg hevði væntað. Alt tað, sum eg veit um, hevur NSÍ eisini havt eitt fyrimyndarliga gott ungdómsarbeiði, og júst tað er óivað lykilin til, at felagið í ár er ein av favorittunum at gerast føroyameistari.

Størri orku í ítróttin
Minst líka væl nøgdur var formaðurin í NSÍ, Andrias Lamhauge, tá hann vegna felagið hevði sett undirskrift undir longsta stuðulssáttmálan, felagið nakrantíð hevur havt, tí hesin gongur yvir fimm tey næstu árini.
 Vit hava stórar ambitiónir, og tá hevur tað nógv at siga at fáa ein góðan sáttmála, ið røkkur yvir fleiri ár, so størri arbeiðsfriður fæst til at leggja orkuna í sjálvan ítróttin. Nú sleppa vit frá at hugsa so nógv um fíggjarspurningin, sum vit onkuntíð hava gjørt, tí hann er lagdur í ein fastan og drúgvan karm, sigur Andrias Lamhauge.
 Fyri okkara viðkomandi er Norðoya Sparikassi ein spennandi samstarvspartnari, og vit síggja stórar møguleikar í samstarvinum. Ikki minst var tað eisini hugaligt, at tá vit vendu okkum til teirra, var mestsum leyst og liðugt beinanvegin, og tí kunnu vit nú staðfesta samstarvið.
Formaðurin í NSÍ vísir á, at felagið í komandi kappingarárinum hevur tilsamans 23 lið við í teimum ymsu kappingunum, og at tað tí eru nógvir brikkar, sum skulu fáast upp á pláss í felagsarbeiðinum.
 Um vit fyrst taka árið í ár, so haldi eg, at vit hava ein góðan og breiðan hóp til Formuladeildina, umframt at vit eisini fara at stíla høgt í øðrum deildum, sigur Andrias Lamhauge, ið loyvir sær at hyggja enn longur fram.
 Næsta ár eru 50 ár liðin, síðani NSÍ var sett á stovn, og tað ætla vit sjálvandi at markera á ymsan hátt, so eg kann bara endurtaka, at tað hevur øgiliga nógv at siga fyri okkum, at vit hava eitt gott fíggjarligt bakland.

Onnur tiltøk við
Umframt at NSÍ gjørdi stuðulssáttmáli við Norðoya Sparikassa, vórðu eisini aðrir sáttmálar undirskrivaðir í býráðssalinum í Runavík fyrrapartin, tí umframt høvuðsstuðul hevur arbeiðið í einum stórum og virknum felag eisini brúk fyri øðrum stuðlum.
Millum annað eru tvey ára sáttmálar gjørdir við EM Asfalt, Teymavirkið og Kall, og fevna hesir sáttmálar um ymisk virkisøki. Til dømis er Teymavirkið klædnastuðul hjá felagnum, og Kall skal stuðla einari nýggjari sending, Vespurásin, ið verður send á Rás 2 fríggjadagar tey vikuskiftini, tá NSÍ spælir dystir í Formuladeildini.
 Ætlanin er, at henda útvarpsrásin hjá okkum, ið helst fer at koyra eftir nøkulunda sama leisti sum HB-rásin, skal eita Vespurásin, og ætlandi skulu tvey fólk taka sær av hesum sendingunum, ið fara at gera tað munandi lættari hjá okkum at røkka út til bæði viðhaldsfólk og onnur áhugað, sigur Andrias Lamhauge, NSÍ-formaður, at enda.