Fótbóltur
Finalan um FM í unglingadeildini í fótbólti verður millum NSÍ og HB. Tað var greitt í kvøld, tá ið seinnu hálvfinalurnar vóru á skránni.
NSÍ vann grannauppgerð ímóti B68 á Svangaskarði, og HB vann grannauppgerð ímóti B36 í Gundadali.
Finalan verður mikukvøldið 26. september.
NSÍ vann 4-3 á B68, eftir at teir í 1. hálvleiki vóru frammanfyri 2-0. Jann Martin Mortensen skoraði til 1-0 í 25. minutti, og Einar Hansen økti tveir minuttir seinni við frísparki.
Í 61. minutti minkaði Oddur Højgaard um munin við fínum frísparki úr 30 metrum. Filip Jacobsen skoraði til 3-1 í 66. minutti, Emil Olsen svaraði aftur fyri B68 í 70. minutti, Jónleif Højgaard javnaði til 3-3 í 81. minutti, og fimm minuttir fyri leiklok skoraði Øssur Dalbúð NSÍ sigursmálið. Harvið hevur NSÍ vunnið allar dystirnar í bæði steypakappingini og landskappingini, áðrenn teir skulu spæla finaluna.
Fyrru hálvfinaluna vann NSÍ 2-0 í Runavík.
Í Gundadali vann HB í kvøld 1-0 á B36. Fyrru hálvfinaluna vann HB 2-1. Aftur í kvøld var talan um sera tætta uppgerð. Einasta málið skoraði Ólavur í Ólavsstovu í yvirtíðini. B36 spældi leingi við tíggju monnum.