ENDASPÆL
Burtursæð frá í 1. deild eru allar landskappingarnar liðugt spældar. Men tað ber ikki enn til hjá øllum teimum, sum hava verið við í landskappingunum, at sleppa øllum fótbóltshugsanunum og í staðin bara at hugsa um og brúka tíðina til fjall og fletting.
Endaspæl eru á skránni, og fyrsti dysturin verður longu í kvøld. Tá skal NSÍ, sum endaði næstaaftast í 2. deild, á heimavølli spæla ímóti B68, sum endaði næstovast í 3. deild. Seinni dysturin verður á Svangaskarði leygardagin, áðrenn B68 í 1. deild fær vitjan av Skála.
B68 tryggjaði sær silvurmerkini í 3. deild leygardagin. Teir vóru í Vágum og vunnu 4?2. Superveteranurin Aksel Højgaard skoraði øll fýra málini. Eftir venjaraskiftið á Toftum hevur Aksel havt ábyrgdina av liðnum í 3. deild. Hann hevur spælt í 3. deild alt kappingarárið, og tað kann ikki sigast annað, enn at hann rættuliga kendi sína ábyrgd leygardagin.
NSÍ var við sínum 2. deildarliði í Sumba leygardagin. Teir megnaðu málleysan javnleik, og harvið komu teir undan beinleiðis niðurflytingini, sum teir undan leygardegnum høvdu møguleika at koma í. At HB tapti í Klaksvík hevði við sær, at NSÍ hevði sloppið undan beinleiðis niðurflytingini, sjálvt um teir einki høvdu fingið í Sumba.
Næstu leygardagarnar
Umframt endaspælið um eitt pláss í 2. deild eru eisini endaspøl á skránni um pláss í 1. og 3. deild. Tað er greitt, at B71, sum vann silvur í 2. deild, verður annar parturin í stríðnum um eitt pláss í bestu deildini. Tað er ikki heilt greitt enn, hvat hitt liðið verður. Tað verður avgjørt leygardagin. Alt bendir á, at tað verður Skála, sum skal spæla ímóti B71. Men í teoriini ber tað til hjá Skála at sleppa framum EB/Streym. Leygardagin skal 1. deildarliðið hjá Skála spæla á útivølli ímóti B68, og EB/Streymur skal spæla á heimavølli ímóti GÍ.
Virgar Hvidbro á FSF skrivstovuni, sum saman við kappingarnevndini hevur havt við lands? og steypakappingarnar at gera, sigur, at tað ikki er greitt enn, nær dystirnir um plássið í 1. deild fara at verða spældir, men at tað ivaleyst er mest sannlíkt, at teir verða spældir tvey tey næstu vikuskiftini, eftir at landskappingin í 1. deild er liðugt spæld.
AB vann 3. deild, og teir hava harvið tryggjað sær pláss í næstbestu deildini. HB hevur tikið sítt lið úr 3. deild. Tí verður eingin onnur beinleiðis niðurflyting úr 3. deild. Skála vann 4. deild, og tí flyta teir beinleiðis upp í 3. deild. B71 endaði næstaftast í 3. deild, og tí verða teir annar parturin í endaspæli um rættin at taka lut í 3. deild. Mótstøðuliðið hjá teimum verður EB/Streymur, sum tapti finaluna í 4. deild ímóti Skála. Fyrri dysturin millum B71 og EB/Streym verður á Sandi nú leygardagin, og seinni dysturin verður á Eiði annan leygardag.