NSÍ: Nýggjur venjari settur sum skjótast

- Æltanin er, at spælararnir kunnu fara í summarferiu og vita hvør nýggi venjarin er, sigur Eyðstein Skipanes, ítróttarstjóri í NSÍ.

 

Ábraham Løkin gevst í starvinum sum venjari hjá NSÍ eftir dystin í kvøld. Tí skal felagið hava nýggjan venjara til seinnu hálvu. Einki navn hevur verið sett í samband við starvið, men í NSÍ vilja tey hava spurningin avgreiddan sum skjótast.

 

- Vónandi verður nýggi venjari settur fyrst í næstu viku sigur, Eyðstein Skipanes.

 

Tað eru fleiri venjarar við A-venjaraprógvinum í Føroyum, sum eru uttan venjarastarv í løtuni. Millum teirra kunnu nevnanst Heðin Askham, Bill M. Jacobsen, Páll Gudlaugsson, Kári Reynheim, Sigfríður Clementsen, Jens Martin Kundsen og Trygvi Mortensen.

 

- Vit hava ikki sett navn á nýggja venjaran, men vit vóna at tað kemur upp á pláss sum skjótast. Fleiri venjara hava bjóðað seg fram, bæði úr Føroyum og aðrastaðni frá, sigur Eyðstein Skipanes víðri.

 

Landskappingin fer í summarferiu eftir dystirnar í kvøld.

 

Effo-deildin 15.umfar í kvøld:

ÍF-KÍ: Dagfinn Forná kl. 19.00

Víkingur-HB: Alex Troleis kl. 19.00

B36-07Vestur: Petur Reinert kl. 17.30

AB-NSÍ: Ransin N. Djurhuus kl. 19.30

TB-EB/Streymur: Eiler Rasmussen kl. 20.30

 

Støðan undan 15. umfari

1. HB 31(Stig)

2. ÍF 24

3. EB/Streymur 22

4. B36 20

5. NSÍ 20

6. KÍ 19

7. TB 16

8. Víkingur 16

9. AB 9

10. 07Vestur 7