NSÍ nýggjan formann

NSÍ hevur havt aðalfund og nýggjur formaður er í felagnum

NSÍ hevur havt aðalfund, har tað er greitt, at Dánjal Hansen verður nýggjur formaður í felagnum. Arnfinn Langgaard, sum hevur verið formaður seinasta árið, verður nú kassameistari.

 

Dánjal Hansen hevur drúgvar royndir sum fótbóltsspælari. Hann hevur sambært Faroesoccer.com spælt 179 dystir í bestu deildini í Føroyum. Hann spældi í bestu deildini frá mitt í 90 unum til 2008.

 

Nýggjur nevndarlimur í NSÍ er Bergmann Finnson, sum kom í nevndina fyri Bjartur Nolsøe, sum ikki stillaði uppaftur. Seinnu árini hava Kinna Fritsdóttir og Sonni L. Petersen eisini staðið á odda fyri NSÍ.

 

Nevndin hevur skipað seg soleiðis: 

Dánial Hansen, formaður

Oddfríður Gaardbo, næstformaður

Arnfinn Langgaard, kassameistari

Oddvør Jacobsen, skrivari

Bergann Finnson, nevndarlimur.

Jóna Kristiansen, tiltakslimur

Ann Mari Nolan, tiltakslimur