NSÍ metið stendur fyri fallið

Seinnapartin verður oyggjauppgerð og grannauppgerð í Sarpugerði, tá ið NSÍ fer inn um Gøtueið.

Fyrr í summar var NSÍ við í telvingini um oddasessin, men soltna úrtøkan síðani í juni mánað hevur borið við sær, at NSÍ ikki hevur møguleika at blanda seg í kappingina um heiðursmerkini.

Tá ið NSÍ í 2007 vann FM fyri fyrstu ferð, var úrtøkan 61 stig. Tað er hægsta stigatalið, sum nakað felag higartil hevur vunnið.

NSÍ metið frá fyri fýra árum síðani stendur fyri falli. Í gjár rakk B36 við neyð og deyð upp á 58 stig, og undan vitjanini í Fuglafirði seinnapartin hevur EB/Streymur 53 stig. Tað er eisini møguleiki fyri, at Víkingur skal røkka magiska talinum, sum NSÍ rakk fyri fýra árum síðani.

At tað ikki bara hevur gingið væl hjá Víkingi, men eisini hjá B36 og EB/Streymi ber við sær, at í løtuni liggur tað til, at Víkingur skal vinna bronsukrónurnar. Tað kann tó broytast, um tað eydnast Víkingi at vinna á NSÍ og so at vinna á EB/Streymi á útivølli í næsta umfari.

Hjá Víkingi eru allir spælararnir tøkir. Tað ber við sær, at tað er kapping um plássini. Í stórsigrinum á 07 Vestur fyri einari viku síðani vóru ungu menninir Kaj Leo í Bartalsstovu og Páll Klettskarð millum teir fyrstu ellivu. Teir stóðu seg væl, og tí hevur Jógvan Martin Olsen positivan trupulleika at taka støðu til.

Tá ið NSÍ tapti 5-1 í Klaksvík vóru fleiri umskipingar gjørdar sammett við undanfarnu umførini, og undir dystinum varð aftur umskipað.

Heðin á Lakjuni var ikki við í Klaksvík. Tað verður roknað við, at hann verður førur fyri at spæla í dag.