NSÍ álopsstyrk úr Nigeria.

Runavíkingar hava fingið tilgongd av einum nigerianskum áleypara, sum væntandi var við í hópinum hjá NSÍ til dystin móti ÍF i gjárkvøldið.

Talan er um 20 ára gamla Onyema Ikechukwu, sum áður hevur leikt í eitt nú Suðurafrika. Nigerianarin, sum bara verður róptur Ike, hevur leikt tveir dystir á nigerianska U21-landsliðnum og tveir dystir á nigerianska U23-landsliðnum.
Formaðurin í NSÍ, Jákup Mortensen, sigur, at øll pappírini eru komin í rættlag, so at ungi nigeriumaðurin kann verða við í dystinum móti ÍF.
Tað er eingin loyna, at tað hevur gingið heldur striltið hjá runavíkingum at umseta møguleikar til mál, og er nýggi álopsleikarin óivað ætlaður at verða við til at loysa henda trupulleikan. Sum skilst er talan um rættuliga sterkan spælara, sum er bæði sterkur við høvdinum og eisini hevur eitt gott skot