NSÍ longt við lyklaleikara

Hóast onnur feløg hava ligið framvið, so heldur hann fram í Runavík.

Ein av avgjørdu profilunum hjá NSÍ, Árni Frederiksberg, hevur í kvøld longt um sáttmálan við felagið. Tað upplýsir NSÍ á heimasíðu sínari.


Sáttmálin hjá 24 ára gamla vongleikaranum, sum í ár hevur skotið sjey mál fyri NSÍ – seks í Effodeildini og eitt í steypakappingini – er galdandi til og við 2017.


- Hóast áhugin frá øðrum feløgum ikki var til at taka feil av, so vann tað gula hjartað hjá Árna, og tað kunnu allir NSÍ-arar vera takksamir fyri, skrivar NSÍ á heimasíðuni.


Sambært Faroesoccer, so hevur Árni Frederiksberg spælt 148 dystir fyri NSÍ í Effodeildini. Í hesum dystunum hevur hann skotið 45 mál.