Í U-18 kappingini hjá dreingjum stríðast teir í løtuni í einum endaspælið, har FM heitið verður tryggjað.
Frammanundan hevur verið spælt í einum undanspælið, sum hevur verið býtt í tveir bólkar, har trý tey bestu liðini úr hvørjum bólki komu víðari í eitt endaspæl.
Samanlagt 10 umfør vera leikt í endaspælinum, og í gjárkvøldið byrjaði seinna hálva av endaspælinum, tá 6.umfar varð leikt.
Sum støðan er í løtuni, er NSÍ á FM kós annað árið á rað. Teir vunnu í gjárkvøldið týðandi oddadyst á heimavølli móti B36 2-0 við málum frá Andra Benjaminsen og Aron Knudsen.
NSÍ liggur fimm stig frammanfyri 07 Vestur og HB sum liggja á deildum øðrum og triðja plássi.
Dystirnir í U-18 endaspælinum í gjárkvøldið vóru hesir:
AB-HB 0-3
NSÍ-B36 2-0
07 Vestur-Víkingur 6-3
Støðan í U-18 endaspælinum eftir 6 umfør er hendan:
1. NSÍ 15 stig
2. 07 Vestur 10 stig
3. HB 10 stig
4. B36 9 stig
5. AB 6 stig
6. Víkingur 3 stig
Bestu málskjúttar í deildini eftir 6.umfør sambært FaroeSoccer:
Jann Benjaminsen (NSÍ) 6 mál
Petur Knudsen (NSÍ) 6 mál
Andri Benjaminsen (NSÍ) 4 mál
Janus Samuelsen (07 Vestur) 4 mál
Rói Hansen (07 Vestur) 4 mál










