NSÍ-leikari fer til Everton

16 ára Johan Troest Davidsen, sum í ár hevur verið kring besta NSÍ-liðið, fer í næstum at gera trý ára sáttmála við enska Premier-League felagið

Fóbóltur

Á føroyska U-17 landsliðnum var eitt av avgjørdu álitunum á liðnum, tá hesir herfyri stóðu seg framúr væl í Finnlandi, og á U-19 landsliðnum verður hann uttan iva eitt av verjuálitunum, tá teir í næstum skulu royna seg í altjóða fótbóltskapping.
Ivaleyst er hann eisini millum leikararnar, sum mongu talent-skótarnir tá kundu hugsað sær at hugt nærri at, men alt bendir á, at tað tá ikki er stórvegis at heinta hjá hesum.
16 ára gamli Johan Troest Davidsen fer nevnliga fyrsta dagin at skriva sáttmála við enska Premier League felagið, Everton, og verður talan um sáttmála, sum komandi trý árini fer at binda hann at felagnum.
Enn eru tíðindini ikki váttað. Jákup í Stórustovu, sum er umboðsmaður hjá leikaranum, sigur seg onga viðmerking hava til málið í løtuni, og tað hevur heldur ikki eydnast okkum at fáa nakra viðmerking úr Everton. Sosialurin veit tó frá álítandi keldum, at pappírið verður undirskrivað fyrsta dagin, og so kann runavíkingurin royna seg í fótasporunum hjá leikarum sum Wayne Rooyne, Francis Jeffers, og øðrum leiakrum, sum hava fingið sína fótbóltsuppaling í bláa Liverpool-felagnum.