TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við liðskiparan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen aftaná Klæmint og liðfelagarnir høvdu vunnið 2-0 á ÍF við tveimum góðum stútarum, sum Pól Johannus Justinussen setti í netið í hvør sínum hálvleiki.
Á jaligu síðuni fegnast Klæmint A. Olsen um, at NSÍ kom á vinnaraslóðina aftur. Á neiligu síðuni iðrar hann seg um, at hann ikki fekk útteljing fyri teir stóru málmøguleikarnar, sum fullu honum í lut í dag.
Klæmint A. Olsen hevur verið partur av landsliðshópinum fyrr í ár, og í samband við, at landsliðshópurin verður úttikin í morgin spurdi vit Klæmint um vónirnar at fáa stig ímóti Lettlandi á heimavølli í HM-undankappingardystinum á Tórsvølli, sum verður leygardagin 7. oktober.
Rás2 sendir beinleiðis frá landsliðsúttøkuni klokkan 10 í morgin.