NSÍ kiksaði í Vági

1.DEILD: Suðringar vunnu 2-0 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ

Leygardagurin var heilt góður hjá Suðringum. Besta liðið vann 4-0 í Fuglafirði, og á Vágseiði vann næstbesta liðið 2-0 ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ.

 

Úrslitið ber við sær, at AB varðveitir oddasessin, og at KÍ framvegis er næstfremst.

 

Talan var um søtan sigur, sum ber við sær, at Suðringar lættu seg trý stig frá niðurflytingarstrikuni.

Hetta var fyrsti sigur eftir, at Suðringar onga úrtøku hava vunnið í fýra dystum á rað. Sigurin var merkisverdur á tann hátt, at hann varð vunnin ímóti NSÍ, sum higartil hevur verið heilt frammi millum tey bestu.

 

Tað gekk javnt á, og tað var málleyst, inntil tað restaðu tjúgu minuttir. Tá setti Hávar Albinus hol á. Hetta var fyrsta málið hjá honum í ár. Sjey minuttir seinni staðfesti Palli Augustinussen sigurin. Palli er venjari hjá næstbesta liðnum hjá Suðringum. Hann var á beinkinum frá dystarbyrjan og skifti seg sjálvan inn bara ein minutt frammanundan, at hann skoraði.

 

1.deild

Suðringar-NSÍ 2-0 (0-0)

1-0: Hávar Albinus 70.

2-0: Palli Augustinussen 77.

 

Støðan

AB 24 stig

KÍ 23 stig

NSÍ 22 stig

HB 17 stig

B68 17 stig

Víkingur 16 stig

Suðringar 13 stig

B36 11 stig

Giza Hoyvík 10 stig

ÍF 0 stig

B68 og Giza Hoyvík hava spælt 10 dystir, og hini liðini hava spælt 11 dystir

 

Mikudagin

B68-Giza Hoyvík – útsettur dystur frá sjeynda umfari

 

12. umfar

Týsdagin 13. juni

ÍF-Suðringar

Víkingur-KÍ

NSÍ-Giza Hoyvík

HB-B68

B36-AB