NSÍ kiksaði ímóti lítlabeiggja

Víkingur og KÍ vunnu sannførandi sigrar á útivølli og løgdu sjógv aftur til næsta avbjóðaran

Lagið er sera gott á Skála. Fótbóltsflaggskipið hevur verið í tungum sjógvi og ofta undir strikuni.

Í kvøld er Skála farið í summarfrí, og støðutalvan sigur, at Skála eftir fjúrtan umfør er omanfyri strikuna.

Orsøkin er tann, at tað í kvøld eydnaðist at vinna grannauppgerðina og kommunuuppgerðina ímóti NSÍ. Úrslitið var 2-1, eftir at heimaliðið í fyrra hálvleiki var frammanfyri 2-0 – við vindinum ímóti.

Úrslitið ber við sær, at Skála hevur vunnið tveir dystir á rað – á útivølli ímóti HB og á heimavølli ímóti NSÍ. Úrtøkan er sekstan stig, og harvið er Skála fimm stig omanfyri strikuna.

Tapið á Skála var tað fyrsta hjá NSÍ síðani í øðrum umfari, tá ið Víkingur vann 1-0 í Runavík. Skála telist millum argastu mótstøðuliðini hjá NSÍ. Fyrri dysturin teirra millum – í Runavík – endaði 1-1.

 

Hjá Víkingi og KÍ var eingin slingur í valsinum.

Víkingur vann 4-2 í Sørvági, hóast heimaliðið eina løtu var frammanfyri 2-0. At 07 Vestur dygst undan steðginum varð undirmannað vísti seg at vera dyggur smeitur.

 

ÍF javnaði til 1-1 ímóti KÍ, men klaksvíkingar vístu seg at vera væl drúgvari. Albert Adu skoraði tvey av KÍ málunum í 4-1 sigrinum.

 

B36 vann fyri aðru ferð á rað, tá ið tað eydnaðist árstalsfelagnum at fara úr Streymnesi við 2-1 sigri.

 

Á jóansøku í Trongisvági endaði tað málleyst millum Suðringar og HB. Tað vóru nógvir áskoðarar og fáir málmøguleikar. Næst við at fáa mál var heimaliðið, tá ið Búi Egilsson tíggju minuttir undan leikloki smekkaði bóltin úr fýra metrum og upp undir tvørtræið.

 

 

ÍF-KÍ 1-4 (1-1)

0-1: sjálvmál

1-1: Dánjal á Lakjuni

1-2: Ahmed Mujdragic

1-3: Albert Adu

1-4: Albert Adu

 

Skála-NSÍ 2-1 (2-0)

1-0: Mamuka

2-0: Pætur Dam Jacobsen

2-1: Pól Jóhannus Justinussen

 

EB/Streymur-B36 1-2 (0-1)

0-1: Erlendur Magnusson

1-1: Brian Olsen

1-2: Gestur Bogason Dam

 

07 Vestur-Víkingur 2-4 (2-1)

1-0: Gunleif Magnusarson

2-0: Holgar Durhuus

2-1: Sølvi Vatnhamar

2-2: Gunnar Vatnhamar

2-3: Adeshina Lawal

2-4: Sølvi Vatnhamar

 

Suðringar-HB 0-0

 

Støðan eftir fjúrtanda umfar

Víkingur 29 stig

KÍ 29 stig

NSÍ 24 stig

B36 20 stig

Suðringar 20 stig

HB 18 stig

Skála 16 stig

EB/Streymur 14 stig

07 Vestur 11 stig

ÍF 6 stig

 

Fimtanda umfar

Fríggjadagin 21. juli

Víkingur-ÍF

Sunnudagur 23. juli

KÍ-Suðringar

EB/Streymur-HB

07 Vestur-NSÍ

B36-Skála