Tað verður eitt veruligt brak á skránni í Gøtu sunnudagin. GÍ, sum hevur tikið øll á bóli í ár, skal spæla ímóti NSÍ, sum er við at koma fyri seg eftir ivasama byrjan.
GÍ hevur verið áhaldandi í toppinum í Formuladeildini í ár, og eftir sigurin á HB í Havn fyri góðari viku síðani tykist liðið veruliga hava staðfesta sína styrki og ætlan í hesum kappingarárinum.
NSÍ hevur havt misjøvn úrslitið, men teir hava nú togað seg fram ímóti toppinum, og um liðið vinnur í Gøtu verða teir við vissu nummar tvey á stigatalvuni.
NSÍ hevur so at siga allar spælarar tøkar til dystin sunnudagin. Danial Hansen hevur verið sjúkur í vikuni, og hann er ivasamur. Helgi L.Petersen er staddur uttanlands, men kemur heim áðrenn dystin og verður møguliga við.
GÍ hevur alt fólkið tøkt til dystin. Eingi leikbann eru, og eingir nýggir skaðar eru heldur. Pól Ennigarð, sum hevur verið skaddur í eina tíð, er farin at venja við bólti aftur, men hann spælir ikki sunnudagin.










