NSÍ á kambinum og GÍ í dalinum

Men hóast munurin er stórur á stigatalvuni, so rokna teir í NSÍ við ógvuliga torførari avbjóðing, tá ið teir fara til Gøtu

UPPTAKT

Í kvøld verður oyggjauppgerð í Gøtu. NSÍ fer at vitja, og harvið er lagt upp til spennandi lokaluppgerð. GÍ og NSÍ hava seinnu árini mangan stríðst móti hvørjum øðrum í steypakappingini og landskappingini, og tað hevur oftast verið ógvuliga tætt. Eisini tá ið fjarstøðan millum liðini á støðutalvuni hevur verið stór.
- Eg eri sera væl nøgdur við gongdina seinastu vikurnar. Men hóast GÍ er niðast á støðutalvuni, so rokni eg við ógvuliga torførari uppgávu. Kanska tí mest torføru higartil í ár, sigur NSÍ venjarin Trygvi Mortensen.
Hann hevur rættuliga gjørt hol í sjógvin í Runavík. Eitt er, at lyklaspælarar sum t. d. Helgi L. Petersen, Brynjolvur Nielsen og ikki minst toppskjúttin Christian Høgni Jacobsen eru væl fyri. Eitt annað og ikki minni týdningarmikið er tað, at venjarin rættuliga er farin undir ættarliðsskifti, og at tað samstundis hilnast væl. Andy Olsen og Jústinus R. Hansen eru nú fastir menn á liðnum. Einar Hansen var millum teir fyrstu ellivu móti VB, og tveir aðrir unglingaspælarar eru komnir á vøllin seinastu ferðirnar. Teir eru Debus Danielsen og Hjalmar Dalbúð, sum skoraði síðsta málið í rimmar 5-1 sigrinum á VB.
Í Gøtu hevur fótbóltslagið onkuntíð verið betri, enn tað er nú. Men teir royna at síggja tað positiva í tí, hóast úrtøkan hevur verið soltin. Í Gundadali sunnudagin hekk spælið væl saman. Hevði B36 ikki havt framúr skarandi Jákup Mikkelsen millum stólparnar, so hevði møguleikin ikki verið so lítil fyri, at GÍ kundi havt fingið úrtøku. Higartil í ár hava gøtumenn bara vunnið í Vági. Men avrikini móti Skála í fjórðingsfinaluni og í Gundadali móti B36 hava givið optimismu.
- Vit mugu sleppa undan at gera persónlig mistøk í verjupartinum, so rokni eg við, at stigini fara at koma, hevur Krzystof Popczynski sagt.