NSÍ-KÍ: Klæmint er ivasamur til toppdystin

- Tú er púra drenaður fyri orku, sigur Klæmint um at hava mateitran

Tá NSÍ tapti 3-0 móti B36 sunnukvøldið sat Klæmint A. Olsen á bonkinum. Hann fekk mateitran, tá hann var í Spania saman við landsliðnum. 

- Tú er púra drenaður fyri orku, og tí spældi eg ikki frá byrjan móti B36. Magin er í ordan aftur, men tað tekur meir enn tveir ella tríggjar dagar at koma seg. Spurningurin verður so um eg eri førur fyri at spæla frá byrjan, sigur Klæmint A. Olsen, sum vandi saman við hinum í gjár.

Hann er ein av fleiri landsliðsspælarunum, sum hava verið raktir av mateitran. Av øðrum kunnu nevnast Atli Gregersen, Gunnar Nielsen og Rógvi Baldvinsson. Landsliðið spældi sunnukvøldið í farnu viku í Gijón móti Spania, sum vann 4-0.

 ##med2##

- Tað var ikki fyrr enn mánakvøldið, at eg merkti at okkurt var galið. Eg spurdi á einum landsliðsbólki, sum vit hava, um nakar annar var raktur. Tá finni eg útav at vit eru fleiri, sigur toppskjúttin í føroyskum fótbólti.

NSÍ og KÍ hava nú fimm stig upp til B36, sum hevur spælt ein dyst fleiri. Útsetti dysturin, sum NSÍ og KÍ hava til góðar, verður mikukvøldið í Runavík klokkan 19. Tað er trýst á báðum liðunum at vinna, um tey skulu verða við í FM-stríðnum.

- Sjálvandi leggur tað trýst á okkum. Um tú skal vera við í toppinum, so skalt tú vinna. Tað sleppur tú ikki undan, sigur liðskiparin hjá NSÍ.

Dysturin millum NSÍ og KÍ verður í annaðkvøld klokkan 19. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.