Fyri triðju ferð í søgu felagsins, eydnaðist tað NSÍ leygarkvøldið at vinna steypakappingina, tá teir í finaludystinum móti B36 vunnu 1-0. Einsamalla málið í dystinum skeyt verjuleikarin Einar Tróndargjógv, tá hann kom framvið miðskeiðis í fyrra hálvleiki.
Í sambandi við steypasigurin hjá NSÍ, hevur NSÍ saman við Raclip úr Klaksvík framleitt ein film, har allur steypadagurin er skjalfestur. Myndamaðurin hevur verið við heilt frá byrjanini av fyrireikingunum til steypafinaluna, umframt í umklæðingarrúminum eftir dystin.
Við at trýsta á pílin omanfyri, ber til at síggja filmin hjá NSÍ.