NSÍ hevur sett venjara

Í gjár skrivaðu Anders Gerber og NSÍ undir samstarvsavtalu fyri næsta kappingarár

Effo-deildin er í summarfrí, men fótbólturin rullar við nógvari ferð. NSÍ spældi hóskvøldið í Europa liguni á Svangaskarði, og nú hósdagin verður spælt á útivølli.

Fyrisitingarliga liggja teir í NSÍ ikki á løtu síðuni.

Heimasíðan hjá felagnum veit at siga, at felagið í gjár skrivaði undir avtalu saman við Anders Gerber, sum síðani fyrst í hesum árinum hevur verið venjari hjá besta liðnum.

Nýggi sáttmálin ber við sær, at Anders Gerber eisini í 2017 verður høvuðsvenjari hjá NSÍ.

 

-Vit eru sera væl nøgd við venjaran. Hann leggur stóra orku í at menna felagið bæði elitufótbóltin og felagið annars, sigur ítróttarstjórin Eyðstein Skipanes.

 

Familjan er nú flutt úr Danmark og til Glyvrar, har tey verða búsitandi í minsta lagi til kappingarenda í 2017.

 

– Gerber (sum hann vanliga verður róptur) fer at skipa fyri venjingum í vetur. Bæði fyri Effo-hópinum, 1. deild og teimum yngru liðunum, heilt niður í U14. Tað er sjálvandi ymiskt, hvussu ofta liðini venja. Hetta er ein liður í alla tíðina at royna at menna fótbóltin í NSÍ, og Gerber er heilt sikkurt rætti maðurin til uppgávuna, sigur Eyðstein Skipanes við heimasíðuna nsi.fo.