Klokkan 19.00 verður fyrsta bríksl í fyrsta dystinum í triðja umfari í Betrideildini.
Víkingur hevur í kvøld vitjan av grannunum í NSÍ.
Merkisvert er tað, at NSÍ miðverjin Jóhan Troest Davidsen ikki er á listanum íkvøld. Hann er ikki millum teir fyrstu ellivu, og hann er heldur ikki á beinkinum.
Í fjør var Oddur Á. Højgaard sera drúgvur í NSÍ miðverjuni. Higartil í ár hevur hann ikki spælt, tí hann hevur verið darvaður av skaða.
Í kvøld er Oddur Á. Højgaard fyri fyrstu ferð í NSÍ miðverjuni, har hann er makkari hjá Jákupi Jakobsen og Rógva Egilstoft Nielsen.
Jann Martin Mortensen, sum higarti hevur verið so mikið skaðadarvaður, at hann ikki hevur verið á NSÍ listanum, er í kvøld millum teir á NSÍ beinkinum.
Hjá Víkingi er tað merkisvert, at Andreas Lava Olsen er millum teir, sum eru á beinkinum.
Víkingur – NSÍ kl. 19.00
Dómari: Alex Troleis
Víkingur: Elias Rasmussen – Ari Olsen, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Elias Lervig – Bogi Reinert Petersen, Gunnar Vatnhamar – Lukasz Cieslewicz, Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen – Finnur Justinussen
Á beinkinum: Sonni Højgaard, Andreas Lava Olsen, Bergur Gregersen, Hans Jákup Lervig, Ingi Jonhardsson, Arnbjørn Svensson, Noah Mneney
Venjari: Eyðun Klakstein
NSÍ: Tórður Thomsen – Jákup Jakobsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft Nielsen – Bárður J. Hansen, Aron Knudsen, Betuel Hansen, Mórits Heini Mortensen, Jann S. Benjaminsen – Petur Knudsen, Klæmint A. Olsen
Á beinkinum: Karstin Hansen, Harald R. Højgaard, Búi Egilsson, Jann Martin Mortensen, Pætur Hentze, Salmundur Bech, Pætur T. Skipanes
Venjari: Glenn Ståhl