NSÍ hevur mist møguleikan

NSÍ var leingi topplið í Vodafonedeildini. Seinastu vikurnar hevur tað ikki hilnast so væl. Í dag tapti NSÍ 2-1 í Gundadali ímóti B36, og hetta hevur við sær, at møguleikin hjá NSÍ at vinna FM er burtur.

Hjalgrím Elttør setti hol á fyri B36 við rimmar langskoti miðskeiðis í 1. hálvleiki.´

Tíðliga í 2. hálvleiki javnaði Klæmint A. Olsen fyri NSÍ, og so var tað B36 liðformaðurin Klæmint Matras, sum umsetti brotsspark til mál.

B36 liðið tóktist sera væl upplagt í 2. hálvleiki, og so fæst at síggja, hvussu tað fer at hilnast, tá ið teir í árstalsfelagnum í síðsta umfari fara at dystast við grannarnar í HB, sum stríðast fyri FM heitinum.

Fulla úrtøkan í dag ber við sær, at B36 er rokkið fram á 5. plássið.

 

------

 

80 min.

2-1

B36 liðformaðurin Klæmint Matras hevur sett brotsspark í NSÍ málið. Dómarin dømdi, eftir at Hjalgrím Elttør hevði roynt seg, og ein av teimum gulu hevði blokerað við arminum.

 

---------

 

Stutt eftir steðgin hevur NSÍ javnað, so støðan er 1-1. Málskjútti var álopsspælarin Klæmint A. Olsen.

Bæði liðini spenna álopsbogan, og tí er tað sera undirhaldandi!

 

--------

 

 

Hálvleikur

1-0

 

NSÍ hevur leikliga havt betri tak á, men miðskeiðis í 1. hálvleiki hevur árstalsfelagið skorað til 1-0. Málskjútti var Hjalgrím Elttør, sum við langskoti sendi bóltin framvið Andras Gango.