NSÍ-HB í kvøld

Fimti dysturin hetta umfarið í Vodafone-deildini verður við Løkin í Runavík í kvøld, har NSÍ tekur ímóti HB. Talan er um dystin millum tveir av heitastu FM-biðlunum, og higar til hava liðini víst, at tey vilja teljast millum tey fremstu í deildini. HB kann við einum sigri aftur vinna seg upp á oddasessin í deildini, har Víkingur og B36 hava hildið til um vikuskiftið, meðan NSÍ við einum sigri kann leggja seg undir liðina á Víkingi, sum í løtuni er nummar tvey á talvuni.