NSÍ hóttir við at taka Europa frá KÍ

16 ára gamal nýggjur NSÍ spælari átti uppleggið, tá ið Klæmint A. Olsen avgjørdi

Fyri fyrstu ferð í ár hevur NSÍ vunnið ímóti KÍ. Úrslitið við Løkina í Runavík var 1-0 til NSÍ.

NSÍ liðformaðurin og málskjúttin yvir allar aðrar í føroyskum fótbólti, Klæmint A. Olsen, skoraði sigursmálið í fyrra hálvleiki. Uppleggið átti 16 ára gamli Jørgen Nielsen, sum er spildurnýggjur á NSÍ liðnum. Hann fekk møguleikan í dag, tí Petur Knudsen var leikbannaður, og tí Steffan Løkin er skaddur.

Eftir innlegg úr høgru spældi Jørgen Nielsen snilt við hælinum bóltin til handara stólpa, har Klæmint A. Olsen úr stuttari fjarstøðu setti bóltin í málið.

Klaksvíkingar vóru øgiliga grammir fyrstu løtuna, tá ið teir høvdu fleiri møguleikar at skora mál. Tórður Thomsen var sera stinnur millum stólparnar hjá NSÍ, og verjan við sera sannførandi Oddi Á. Højgaard vardi ógvuliga væl.

KÍ hevði fleiri góðar møguleikar í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist ikki at vinna málið, sum hevði havt ógvuliga stóran týdning í kappingini um næstfremsta plássið.

HB hevur 68 stig, NSÍ hevur 60 stig, B36 hevur 59 stig, og KÍ er á fjórða plássi við 58 stigum.

Mikukvøldið eigur KÍ útsettan dyst á heimavølli ímóti AB, og leygardagin hittast B36 og NSÍ á Tórsvølli, meðan KÍ fær vitjan av 2020 meistaraliðnum HB.

 

https://www.in.fo/myndasavn/