Í samband við at kappingin í Formuladeildini endar leygardagin, bjóðar NSÍ til veitslu í ítróttarhøllini
Veitslan byrja klokkan 18 har borðreitt verður við smyrjibreyði, kaffi, te og køkum.
Á skránni verður eisini felagssangur og annað undirhald.
Av tí, at høllin skal nýtast til Faroe Expo dagin eftir, endar veitslan í høllini á midnátt, men heldur fram í Støkk-høllini, har góður dansur verður við Flower Power, skrivar NSÍ í tíðindaskrivi.










