NSÍ hómar heiðursmerkini

Føroyameistararnir í NSÍ eru heima á Sandi seinnapartin. Líkindini at spæla fótbólt eru hampulig. Tað er turt, og sólin hevur hug at kaga undan. Lotið liggur upp á tvørs av vøllinum, men tað er ikki so nógv, at tað verður hildið at fara at bila.

Verjuspælarin Fabio Vieira var ikki við á útivølli ímóti EB/Streymi, og tað er ivasamt, um hann verður við í dag. Tað er eisini ivasamt, um nýggi spælarin hjá B71, Patrick Sunday Okoro, verður við í dag.

Hjá NSÍ eru allir teir tøkir, sum hóskvøldið vóru við til á heimavølli at vinna 2-0 á B68. Sigurin bar við sær, at NSÍ tók seg nærri heiðursmerkjunum. Tað er bara eitt stig fram til HB og bronsuplássið, og tað ber við sær, at NSÍ við sigri í dag hevur møguleika at leggja seg á silvurplássið ? í hvussu so er til í annaðkvøld.

NSÍ hevur teir somu ellivu á vølli frá fyrsta bríksli, sum vóru við frá byrjan ímóti B68. Tað vil siga, at Jónhard Frederiksberg ikki verður ímillum teir fyrstu ellivu.