NSÍ góða venjing í Danmark

Venjarin sigur seg vera væl nøgdan við avrikini í teimum báðum venjingardystunum, sum NSÍ kortini tapti

Dreymurin hjá NSÍ er at vinna meistaraskapin. Í fjør vóru teir næstbestir, og teir í Runavík vilja fegnir fyri fyrstu ferð nakrantíð røkka eitt stig longri upp. Um hetta skal eydnast í ár, so er alneyðugt, at teir sunnudagin ikki tapa og helst vinna í Gundadali ímóti HB.
Í fyrradagin kom NSÍ aftur úr Danmark, har teir í Blokhus í Norðurjyllandi í eina viku hava fyrireikað seg til tey átta umførini, sum eru eftir av landskappingini og til fyrstu royndina í Europa Cup, sum verður 14. og 28. august, tá ið teir skulu spæla ávikavíst á útivølli og heimavølli ímóti norska Lyn.
Jógvan Martin Olsen, NSÍ venjarin, er stak væl nøgdur við venjingarnar og umstøðurnar, sum teir búðu, vandu og dystaðust undir í Danmark. NSÍ spældi tveir venjingardystir. Teir taptu báðu ferðirnar, men venjarin leggur ikki so nógv í tapini.
? Vit høvdu vant nógv, so spælararnir vóru ikki optimalt fyrireikaðir at spæla dystir. Vit spældu ímóti 1. deildarliðnum hjá Randers Freja, og tá taptu vit 5?2. Vit vóru á odda 1?0 við máli, sum Jónstein Petersen skoraði, men dygst undan steðginum fingu teir brotsspark, sum teir skoraðu uppá. Í sambandi við hesa støðuna varð Jens Martin Knudsen rikin av vøllinum, og tað sást sjálvsagt aftur í 2. hálvleiki, tá ið teir skoraðu fýra mál afturat, og Helgi L. Petersen skoraði eitt fyri okkum.
Hitt mótstøðuliðið skuldi eitast at vera U?23 liðið hjá superligafelagnum AaB, sum vann 2?0 ímóti NSÍ. NSÍ ferðalagið var næstsíðsta leygardag á Aalborg stadion, har teir sóu FCK við væl uppløgdum Toda Jónsson í álopinum vinna 2?0. Tá ið NSÍ so hitti U?23 liðið hjá teimum, vóru tríggir spælarar, sum høvdu verið við ímóti FCK, á liðnum, og harafturat vóru fimm fremmandir spælarar, sum í síðstu viku vóru í AaB og royndarvandu. Teir vóru sjálvandi ógvuliga uppsettir at vísa, hvør dugur er í teimum. Tveir vóru úr Brasilia, ein úr Belgia, ein úr Fraklandi og so var ein finni.
? Talan var um rættuliga tætta uppgerð, sum var fín dystarvenjing fyri okkara spælarar. Síðstu tólv minuttirnar skoraðu teir tvey mál. Í báðum førunum skoraðu teir eftir deyðbóltsstøður, sigur Jógvan Martin Olsen.