Eftir at Víkingur fyri viku síðani púra óvæntað vann fulla úrtøku á heimavølli ímóti 07 Vestur, gjørdist tað seinnapartin rættuligur gerandisdagur aftur.
Víkingur hevði í Leirvík vitjan av NSÍ, og gestirnir struku avstað við øllum trimum stigunum.
NSÍ, sum í 1. hálvleiki var leikliga omaná, vann 1-0. Málið skoraðu teir miðskeiðis í 1. hálvleiki. Málskjútti var miðvallarin í vinstru Filip E. Jakobsen. Eftir uppspæl í høgru og tvørturum var hann fyrstur á, eftir skotroynd frá Dejani Stoikovic og kontrabólti.









