##med2##
NSÍ hevur longu sett tveir søguligar varðar í 2020.
Í august vunnu teir gulu og svørtu seg víðari í Europa League á fyrsta sinni við einum 5-1 stórsigri á Barry Town United úr Wales.
Í dag kann NSÍ fegnast um, at Klæmint A. Olsen hevur skotið 200 mál fyri NSÍ í bestu fótbóltsdeildini, og hevur harvið skrivað søgu.
Formaðurin í NSÍ, Dánial Hansen stórfegnast, og í samrøðu við FM1 lýsti Dánial Hansen hvønn týdning Klæmint A. Olsen hevur fyri felagið.
Dánial Hansen staðfestir, at fyri fjeppararnar og tey yngru í NSÍ er Klæmint A. Olsen ein hetja og ein fyrimynd.